Nógv hevur verið gitt um framtíðina hjá Klæminti Andrasson Olsen, tá tað gjørdist greitt, at NSÍ flutti niður í næstbestu deildina - og landsliðsvenjarin boðaði frá, at skal Klæmint enn spæla á landsliðnum, so mátti málskorarin yvir teimum øllum skifta til eitt annað lið.
Og tað bleiv tann gylti millumvegurin, freistast ein at siga, tí í morgun boðar NSÍ frá, at nú er framtíðin hjá Klæminti komin upp á pláss.
Rituvíkingurin leingir við NSÍ - við einum ári - og verður leigaður út til íslendsku meistararnar, Breiðablik.
Heimasíðan hjá NSÍ skrivar:
"Mest skorandi leikarin nakrantíð í føroyskum fótbólti hevur skrivað undir tvær nýggjar avtalur. Avtalan við NSÍ verður longd til 2024, og síðani verður Klæmint leigaður út til íslendska meistaraliðið Breiðablik næsta kappingarár.
Tað hevur verið prátað nógv um framtíðina hjá Klæminti, ið nú fer at royna eydnuna sum yrkisleikari í Íslandi. Spurningurin hevur verið, um besti føroyski áleyparin kann spæla í næstbestu deildini? Ella kann Klæmint umboða annað føroyskt felag enn NSÍ?
Svarið er noktandi í báðum førum. Ístaðin fer Klæmint at spæla Champions League fótbólt við verandi íslendska meistaraliðnum! Boð hava fleiri ferðir verið eftir Klæminti úr Íslandi, og nú er rætta løtan hjá honum at royna seg.
Talan er um eina góða loysn fyri Klæmint, Breiðablik og NSÍ’arar, ið nú hava fingið eitt lið í íslendskum fótbólti at heppa uppá.
Vit fara fyribils at takka Klæminti fyri øll málini í gulum. Eingin yvir og eingin við síðunarav. Talan er ikki um eitt farvæl, tí vit síggjast aftur í gulum!"
Klæmint A. Olsen hevur spælt 363 dystir fyri NSÍ og hevur skorað 242 mál.
Eisini hevur Klæmint skorað tíggju mál fyri føroyska landsliðið, og nú er líkt til, at hann fer eftir málmetinum.