Klæmint Klakk: Eg eri drivin av at skapa søgur

Hann er vanur at standa hinumegin myndatólið, men Andrias Høgenni hevur lokkað hann fram um linsuna til eina sterka sjónleikaradebut í "Ingen vej tilbage". Les samrøðuna við Klæmint Klakk

Trygvi Danielsen
26. mars 2022 kl. 16:00

Nøvn við bókstavarímum hava okkurt superhetjukent yvir sær, okkurt teknifilmssligt, kanska enntá okkurt mýtologiskt, og fá nøvn hava meira gjøgnumførd bókstavarím enn Klæmint Klakk. Tað klingar – serliga í oyrunum á teimum, sum gravaðu eftir gulli á YouTube fyrst í 2010unum. Tá var hann ein blaðungur maður við flatum humori, nógvum hugskotum og einum eyðsýndum eldhuga fyri filmsgerð. Tað sæst viðhvørt í ungum menniskjum, at tey hava eina flammu, sum brennur við ljósabláum intensiteti fyri einum ávísum áhugamáli. Hjá teimum vendist ikki aftur. Tað stendur skrivað í halgibókini við alvitandi fólkayvirlitinum, at teirra endamál á jørðini er at fáast við hetta ávísa, sum dregur tey til sín sum húsvætti at ljósi.

Klæmint tykist vera ein teirra. Hann skuldi arbeiða við filmi. Tað stóð skrivað. Tað stendur í øllum førum skrivað á heimasíðuni hjá Raclip, filmsframleiðslufelagnum, sum er staðsett í Runavík, at Klæmint fæst við film, nevniliga produktión og leikrit. Tað er hansara starv. Handan myndatólið. Har hevur hann staðið tey seinastu nógvu árini.

Nú er hann á fyrsta sinni síðan glaðu YouTube dagarnar av álvara traðkaður fram um linsuna við einum stórum leikluti. Tað ger hann í flottu røðini "Ingen vej tilbage", sum Andrias Høgenni hevur skrivað og leikstjórnað fyri DR, har Klæmint spælir leiklutin "Bartal", føroyski vinmaðurin hjá danska høvuðsleiklutinum.

Fyrst og fremst havi eg hug at spyrja: Hvussu er kenslan, nú røðin er komin út? Hvussu hevur móttøkan verið? Er gerandisdagurin broyttur?

– Kenslan er góð. Afturmeldingarnar hava verið heilt góðar, vinir og familja hava verið øgiliga positiv um seriuna og mín leiklut, so tað hevur verið stuttligt. Tað er komið fyri, at onkur fremmandur er komin yvir at siga okkurt positivt, men ikki í so stóran mun, at tað hevur broytt gerandisdagin. Mín generella fatan er, at fólk halda, at serian er góð, og tað haldi eg er mega kul, svarar Klæmint.

Klæmint flennir, tá eg spyrji um legendarisku YouTube kanalina, og um royndirnar við henni lærdu hann at vera natúrligan framman fyri myndatólið. 

– Heheh, eg vil siga, at bæði mín unga YouTube-karriera og tað, at eg dagliga arbeiði við at framleiða film og sjónvarp, hevur gjørt, at eg føli meg tryggan framman fyri einum kamera.

Ja, sjálvandi. Royndirnar aftan fyri myndatólið broyta upplivingina framman fyri tí. 

– Fyri framleiðslutoymið er hvør upptøkudagur bara ein vanligur arbeiðsdagur, har nakrar upptøkur skulu gerast, so tað er eingin grund til at hugsa for nógv um, at øll hesi fólkini standa og hyggja at tær, meðan tú spælir, tí eg veit, at fólkini eru meira upptikin av at fremja sítt egna arbeiði enn at fokusera uppá, hvussu eg geri mítt, sigur Klæmint.

– Tó eru tað sjálvandi nøkur fólk, sum hava til uppgávu at tryggja, at leikarin framførir, sum hann skal. Hetta føldi eg meg tryggan við allan vegin ígjøgnum. Tó skal sigast, at eg var hampiliga nervøsur á fyrsta upptøkudegnum, og at eg fumlaði eitt sindur við mínum replikkum, men tað gekk skjótt yvir, leggur hann afturat.

Serstakt samstarv
Eg eri forvitin at vita, hvussu hetta kom upp í lag. Var upptøkuroynd, ella hvussu var tilgongdin við mynstringini av leiklutunum?

– Faktist var ikki nøkur beinleiðis upptøkuroynd til mín leiklut. Andrias ringdi og spurdi, um eg hevði hug at vera við í eini verkstovu í Danmark, sum hann skuldi hava í sambandi við eitt projekt, hann arbeiddi við. Eg havi kent Andrias í nøkur ár og havi fyrr arbeitt saman við honum í einum stuttfilmi, so eg var beinanvegin fúsur, svarar Klæmint og leggur afturat: 

– Áðrenn verkstovuna hevði Andrias heilt stutt greitt mær frá, at vit fóru at spæla nakrar situatiónir ígjøgnum, meðan ein kameramaður gekk og filmaði okkum. Eg haldi, vit høvdu tvær verkstovur, har vit spældu ymiskar støður, og tað hevur verið ein tilgongd, har vit bæði hava ment karakterirnar og skapt nakrar støður, samstundis sum tað hevur verið eitt slag av casting. Tá eg so fekk leiklutin bjóðaðan, segði eg beinanvegin ja.

Føroyska delegatiónin
Úr føroyskum sjónarmiði er serliga áhugavert at uppliva føroyska umhvørvið, persónarnar og málið gjøgnum danska linsu, sum tað verður lýst í røðini. Høvundurin og leikstjórin er sjálvandi føroyskur, men sjónarmiðið í røðini er danskt. Har er nógv, sum vit kunnu kenna okkum aftur í og flenna at. Tað heldur Klæmint eisini.

– Eg haldi, at leiklutirin hjá føroyingunum í seriuni er rættiliga komiskur, men samstundis ektaður. Flestu føroyingar, ið hava búð ella búgva í Danmark, kenna til hetta, at føroyingar finna saman í bólkum og hugna sær, og tað er tað, sum er hent í søguni, bara í einum matvøruhandli. Tað er eitt genialt hugskot.

Hvussu var hjá tær persónliga, kendi tú teg aftur í Bartali og føroyska umhvørvinum, hann er ein partur av?

– Tað eru ávís ting, sum eg kendi meg aftur í. Nú havi eg sjálvur arbeitt í matvøruhandli í nøkur ár og havi eisini búð í Danmark í 4 ár, har eg næstan bara kom saman við føroyingum, so tað hava vit til felags. Tað kendist natúrligt at seta meg í støðuna hjá Bartali. Hann er ein nokk so spoys typa, sum ikki brúkar nógva tíð framman fyri speglið, áðrenn hann fer út gjøgnum hurðina, og soleiðis er Klæmint Klakk eisini. Stóra órøktaða skeggið og langa hárið sært tú aftur, um tú kemur inn at vitja meg í Runavík, so mítt look passaði perfekt til Bartal. Tað var nokk so stuttligt til upplesturin, tá vit lósu manus fyrstu ferð. Ane (sum spælir Nanna) kom beinanveg yvir til mín, heilsaði og segði, ‘’du må være Bartal’’, og so flenti hon. Tó vil eg siga, at eg eri ein meira seriøsur persónur enn Bartal – og eisini eitt annað stað í lívinum, sigur Klæmint.

Hvør var størsta avbjóðingin við leiklutinum og upplivingini sum heild?

– Størsta avbjóðingin við leiklutinum var at varðveita ólíkleikarnar millum meg sjálvan og Bartal. Í ávísum støðum reagerar og agerar Bartal slettis ikki upp á sama máta, sum eg sjálvur hevði gjørt, og tað skuldi eg veruliga hugsa um og halda fast í. Tað hevði kanska verið lættari, um eg og Bartal vóru mótsetningar. 

Filmarnir í høvdinum
Klæmint er vanur at vera á filmssettum í Føroyum, men tað er nakað annað, tá tað er ein DR røð, har formatið og busjettið er eitt heilt annað. 

– Framleiðslutoymið var stórt í mun til, hvat eg eri vanur við, tá vit framleiða lýsingarfilmar her í Føroyum. Tað vóru eini 15 fólk í toyminum, sigur Klæmint.

Eg kann ímynda mær, at tað fylgir ávíst trýst við, jú fleiri fólk eru savnað. Kendist nakað trýst á settinum?

– Tað var eitt ávíst tíðarpress til upptøkurnar, men ikki soleiðis, at eg føldi, at tað gekk út yvir senurnar. Tað vóru øgiliga dugnalig fólk í framleiðslutoyminum, sum dugdu væl at meta um, hvussu nógv tíð skuldi brúkast til tær ymisku senurnar, letur í Klæminti.

Fingu tit tíð at spæla við replikkirnar, improvisera og finna uppá?

– Andrias er ein dugnaligur leikstjóri, sum er øgiliga góður at arbeiða saman við. Gjøgnum tilgongdina hevur hann verið opin fyri meiningum og broytingum, sum leikararnir eru komnir við. Eg má siga, at eg sjálvur ikki eri vanur at spæla filmssjónleik, so eg havi hildið meg til leikritið – samanborið við aðrar leikarar, ið hava fleiri royndir. Gloymdi eg onkra replikk, so improviseraði eg sjálvandi, og onkuntíð endaði tað við, at okkum dámdi betur tað improviseraða, svarar Klæmint.

Hvussu verður, fara vit at síggja teg meira framman fyri myndatólið í framtíðini?

– Aftan á hetta projektið er mítt forvitni fyri sjónleikinum vorðið størri, samstundis sum hugurin at framleiða film er vaksin. Tað kann vera, at eg eina ferð fari at vera við framman fyri kamera aftur, men í núverandi løtu leggi eg mína orku og kærleika í arbeiðið aftan fyri kamerað. Dreymurin er at sjálvur framleiða ein stuttfilm ella spælifilm ein dag, tí eg eri drivin av at fortelja og skapa søgur. Eg havi framleitt eitt ótal av stuttfilmum og videoløgum inni í høvdinum hjá mær, sum vónandi ein dag verða tøk hjá almenninginum at síggja. Tó er tað lýsingaframleiðslan, sum eg fyribils haldi meg til, sigur Klæmint Klakk at enda.