Í kvøld klokkan 19.45 verður EM undankappingardystur. Fyri fyrstu ferð yvirhøvur er Pólland gestur í Føroyum. Pólland og Føroyar spældu 7. september EM undankappingardyst í Warzawa. Ta ferðina vann Pólland 2-0 frammanfyri fleiri enn 54 túsund áskoðarum. So mongum áskoðarum hava Føroyar ongantíð áður spælt frammanfyri.
Føroyar og Pólland hava áður spælt tríggjar vinardystir:
10. februar í 2002 vann Pólland 2-1 í Kýpros. Rógvi Jacobsen skoraði føroyska málið.
21. februar í 2004 vann Pólland 6-0 í Spania.
14. mai í 2006 vann Pólland 4-0 í Wronki í Póllandi.
Tað er møguleiki fyri, at Klæmint A. Olsen í kvøld fer at vera á landsliðnum fyri 60. ferð. Tað er møguleiki fyri, at hann ikki verður millum teir fyrstu ellivu, men tað kann væl vera, at hann verður skiftur inn. Í teimum 59 dystunum, sum Klæmint higartil hevur verið við í, er hann 29 ferðir skiftur inn.
Klæmint A. Olsen verður 13. spælarin, sum røkkur 60 landsdystum. Fimm av teimum, sum hava spælt fleiri enn 60 landsdystir, eru framvegis virknir í fremstu røð, og tríggir teirra vera ivaleyst millum teir fyrstu ellivu í kvøld. Teir eru Jóan Símun Edmundsson, Viljormur Davidsen og Sølvi Vatnhamar.
Hvørja ferð Klæmint fer á vøllin, er tað møguleiki fyri, at hann fer at taka metið í landsliðsmálum. Tað eigur hann nú saman við Rógva Jacobsen. Teir hava skorað 10 mál á landsliðnum.
Síðsta ferðin, at Klæmint A. Olsen skoraði á landsliðnum var 15. november 2021, tá ið Føroyar taptu HM undankappingardyst á útivølli ímóti Ísrael. Á Netanya leikvøllinum vann Ísrael 3-2, og føroysku málini skoraðu Sølvi Vatnhamar til 2-1 og Klæmint A. Olsen til 2-2.
Síðani tá hevur Klæmint A. Olsen spælt 14 landsdystir, og um hann kemur á vøllin í kvøld, so verður tað fyri 60. ferð, at hann fer at umboða føðilandið.
Spælarar ið hava umboðað Føroyar fleiri enn 60 ferðir á fótbóltslandsliðnum:
Fróði Benjaminsen | 95 |
Óli Johannesen | 83 |
Jóan Símun Edmundsson | 81 |
Jákup Mikkelsen | 73 |
Hallur Hansson | 72 |
Gunnar Nielsen | 70 |
Viljormur Davidsen | 70 |
Sølvi Vatnhamar | 68 |
Jens Martin Knudsen | 65 |
Gilli Rólantsson Sørensen | 65 |
Julian Johnsson | 62 |
Jákup á Borg | 61 |