Kjarnorkurikin kavbátur kemur í Nólsoyarfjørð í dag

Brimil fylgir við honum ímeðan hann er her

Áki Bertholdsen
25. apríl 2024 kl. 10:00

Um middagsleitið kemur amerikanski kavbáturin, USS Albany, í Nólsoyarfjørð. Landsstýrið sigur, at Brimil fylgir USS Albany, sum er kjarnorkurikin, ímeðan hann er í føroyskum sjóumveldi. Landsstýrið leggur afturat, at USS Albany hevur diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi.

USS Albany varð sjósettur í 1987. Hann er góðar 11o metrar langur langur og dekkið er góðar 10 metrar føtur breitt.