Kjakið á Løgtingi um fosturtøku hoyrdi ongastaðni heima

Teir undrast á, at tey, sum vóru grovast, eru tinglimir, sum eru virknir í kristiligum samkomum

Tað var heilt fitt av fólki í tingnum og lurtaði eftir kjakinum um fosturtøku
Áki Bertholdsen
28. mars 2024 kl. 12:30

Orðalagið á Løgtingi, tá ið kjakið varð um fosturtøku, var alt ov grovt.

Tað halda teir tríggir veteranarnir í føroyskum politikki, Tórbjørn Jacobsen, Heðin Zachariasen og Jóannes Eidesgaard. Teir hava allir drúgvar royndir í landspolitikki, bæði sum landsstýrismenn og løgtingsmenn.

Aftur í gjár vóru teir við í sendingini, Stjórnini, á FM1 og har søgdu teir sína hugsan um orðaskifti á Løgtingi, tá ið málið um fosturtøku var til viðgerar.

– Er tað neyðugt at tosa um eitt mál, soleiðis sum løgtingslimir gjørdu í málinum um fosturtøku, spurdi Tórbjørn Jacobsen.

Hann minnist aftur á orðaskiftið, sum var um at seta grein 266b í revsilógina. Í grein 266b verður staðfest, tað er ikki loyvt at háða, ella gera seg inn á fólk vegna teirra kynsliga samleika.

Tjakið um fosturtøku, sum var í Løgtinginum hendan dagin, minti akkurát um kjakið, sum var um 266b, heldur Tórbjørn Niclasen.

Eisini Heðin Zakariasen heldur, at orðaskiftið var so hart, at hann øtaðist - serliga tá ið hann hugsaði um hvør tað var, sum vóru serliga bondsk í orðavalinum. 

Tað skerst ikki burtur, at tað serliga vóru tinglimirnir í Miðflokkinum, sum vóru harðrendir í sínum orðavali og teir samanbóru hetta við støðuna í nazi-týsklandi, og teir ivast ikki í, at næsta stigið fer at vera, at vit eisini fara at sleppa okkum av við tey gomlu.

– Tá er orðaskiftið so víðgongd, at tað hoyrir ongastaðni heima, heldur Heðin Zachariasen. 

Jóannes Eidesgard undrast á, at tey, sum vóru grovast í sínum orðavali, eru tinglimir, sum eru virknir í kristiligum samkomum.

Forkvinnan í Løgtinginum gjørdi greitt, at hon hevði givið løgtingslimum rúmar ræsur at orða seg, tí talan var um eitt eymt mál.

Men Jóannes Eidesgaard heldur kortini, at soleiðis kunnu tinglimir ikki fara við borgarunum í landinum og tí skuldu teir fingið átalu fyri at brúka slíkt orðaval, sum teir gjørdu í kjakinum um fosturtøku.

Hann hugsar serliga um tær kvinnur, sum hava fingið fosturtøku, og sum nú skulu leggja oyra til slíkan lemjandi dóm, og hetta var at fara ov langt, heldur hann.

– Viðhvørt ljóðai tingsalurin meiri sum ein samkomusalur enn um eitt fólkavalt ting, heldur Tórbjørn Jacobsen.

Sjálvur heldur Jóannes Eidesgaard, at føroyingar hava altíð verið vanir at sleppa sær av við eymar trupulleikar við at flyta teir av landinum. 

Í nógv ár vórðu føroyingar við menningartarni flutt av landinum, samkynd hava verið noydd at rýma av landinum, og kvinnur, sum vilja hava fosturtøku, eru noyddar at rýma av landinum.

– Nú haldi eg, at tíðin er búgvin til at Løgtingið tekur ábyrgdina á seg, og ikki bara flytur hana av landinum.

Í sendingini væntaðu bæði Tórbjørn Jacobsen og Jóannes Eidesgaard, at málið um fría fosturtøku verður samtykt, serliga tí at tað er greitt, at minst tveir tinglimir í sambandsflokkinum, Johan Dahl og Eyðdis Hartmann Niclasen, hava boðað frá, at tey taka undir við tí. 

Og her kann leggjast afturat, at fyri nøkrum árum síðani segði Kaj Leo Holm Johannesen, sum eisini er tinglimur fyri Sambandsflokkin, at hann somuleiðis tekur undir við fríari fosturtøku.

Hinvegin væntar Heðin Zachariasen, at verður málið samtykt, verður tað tepurt, tí hóast onkur í Sambandsflokkinum tekur undir við tí, eru tað eisini tinglimir í samgonguni, sum eru ivasamir.