KJ og Nomatek undirskriva sáttmála

Fríggjadagin undirskrivaðu KJ og Nomatek sáttmála um veiting av vatnreinsiverkið, caustic soda og ensilagu skipan til nýggja framkomnu smoltstøðina hjá Bakkafrost á Norðtoftum

Tíðindaskriv
10. mai 2021 kl. 12:55

Tað er byggisamtakið NAC (Nordic Aquaculture Contractors), sum KJ er ein partur av, ið stendur fyri útbyggingini. KJ er veitari av tøkniliga partinum RAS og tað er undir hesi veitingin, at Nomatek kemur inn sum undirveitari av vatnreinsiverkið, caustic soda og ensilagu skipan.

Við sáttmálanum við Nomatek, kemur enn ein føroyskur veitari at vera við í byggingini av smoltstøðini á Norðtoftum.

- At byggja eina smoltstøð er ein størri verkætlan, og við hesum sáttmála kemur føroyska vinnan at mennast og gerast nógvar royndir ríkari. Vit fegnast um, at føroyskir veitarar samstarva um tílíkar verkætlanir og vóna, at samstarvið kann vera við at styrkja enn meira um føroyska kappingarførið innan bygging í alivinnuni, sigur Ólavur Asafsson Olsen, stjóri í KJ.