Fríggjadagin umvældu mekanikarar hjá KJ dekskranan umborð á grønlendska trolaranum Polar Princess. Polar Princess er heimahoyrandi í Nuuk, og tað er Polar Seafood í Grønlandi, sum eigur skipið. Stutt um skipið kann sigast at tað er bygt á Orskov Yard í Fredrikshavn í Danmark í 2000, og tað er 87m langt, 15m breitt og hevur eina bruttotonasju á 3787 tons.
Polar Princess kom inn á Kollafjørð frá fiskiskapi fríggjamorgunin 19. juli, og síðani skuldi berast skjótt at við umvælingini. Svingkransurin og svinggearini skuldu skiftast á dekskrananum, og tí var neyðugt at lyfta 12 tons tunga dekskranan av pedistalinum, meðan arbeiðið varð gjørt. Hetta varð gjørt við tveimum stórum Palfinger kranum. Ein triði Palfinger krani varð brúktur til at lyfta svingkransin og aðra útgerð umborð. Umframt hetta var vóru allir ventilar á dekskrananum skiftir og annað viðlíkahald eisini framt umborð á skipinum.
Bogi Johannesen, eftirlitsmaður hjá Polar Seafood, sigur, at arbeiðið gekk sera væl, og vit eru sera væl nøgdir við tænastuna frá KJ. Tað tók umleið 10 tímar at umvæla dekskranan, og skipið loysti av Kollafirði umleið kl. 19:00 fríggjakvøldið.
KJ hevur eitt álítandi toymi av dugnaligum mekanikarum, ið eru klárir alt samdøgrið, veri tað seg viðlíkahald ella umvæling av mekaniskari ella hydrauliskari útgerð ella skipanum. Felagið hevur eisini eitt toymi av góðkendum sýnsfólkum, ið kunnu sýna bæði bjargingarbátar, davidar og kranar.