Kistan hjá Henrik verður vard av vanligum herskyldigum

Kistan hjá Henrik prinsi kemur at standa í Christian IX's Palæ á Amalienborg næsta døgnið. Hon verður vard av tveimum...

Alda Nielsdóttir
15. februar 2018 kl. 15:42

Kistan hjá Henrik prinsi kemur at standa í Christian IX's Palæ á Amalienborg næsta døgnið. Hon verður vard av tveimum hernaðareindum, ið høvdu stóran týdning fyri prinsin; Dannebrog og Livgarden.

Tað eru heilt vanlig herskyldig, ið skulu ansa eftir kistuni alt samdøgrið. Tað eru tveir lívverjar, tveir matrósar, og ein sersjantur.

Í morgin, fríggjadagin, verður kistan hjá Henrik prinsi flutt úr Amalienborg til Christiansborg Slotskirke. Tað verður klokkan 18 fyri at sleppa undan háferðslu, eftirsum at ferðslan partvíst verður sperrað.

Um kvøldið verður eitt privat hátíðarhald bert fyri kongafamiljuni og innbjóðaðum gestum úr nærmastu familjuni hjá prinsinum úr Fraklandi.

Talan er um eitt stutt, religiøst hátíðarhald, ið kemur at vara uml. eitt korter.

Kelda: Politiken