Kirvi bragdar

Tað merkist, at koronan, í hvussu er fyribils, er farin sín veg. Botnlinjan hjá Kirvisvatni í Lopra hevur skift lit úr reyðum til svart. Kirvi selur nógv í Føroyum, og væntandi veksur sølan munandi í ár. Eigararnir eru takksamir og fegnast um, hvussu væl Føroya fólk hevur tikið ímóti vørunum

Beinisvørð og fjallið Kirvi, sum vatnvirkið í Lopra er uppkallað eftir, sereyðkenna bygdina, har kirvisvatn verður framleitt (Mynd: Sonne Smith)
Sonne Smith
3. juli 2022 kl. 20:56

Hallur Augustinussen er ein av teimum, ið sum eigari í 2012 byrjaði við at fáa framleiðsluna í gongd hjá Kirvi í Lopra eftir Jákup í Lopra. Tann navnframi lopransmaðurin fór undir at tappa og selja vatn í 2010 eftir at hava fingið loyvi til tess frá kommununi.

Hallur Augustinussen er framvegis ein av eigarunum í dag. Hann varð stjóri í spf Kirvi í 2015, og tað var hann til februar í ár. Jens Kristian Norðberg er framleiðslustjóri og hevur síðan februar verið umsitingarligur stjóri eisini.

Eigararnir keyptu virkið frá Jákupi í Lopra í oktobur 2012 og fingu veruligt framleiðsluloyvi frá Vinnustovninum í 2017.

Umframt suðuroyingar er Landshandilin eisini ein partur av Kirvi. Landshandilin hevur síðan 2013 tikið sær av sølu og veiting av kirvisvørum norðanfjørðs, og hetta hevur riggað væl.

Jens Kristian Norðberg, vinstrumegin á myndini, er framleiðslustjóri hjá Kirvi og hevur síðan februar verið umsitingarligur stjóri eisini. Hallur Augustinussen, høgrumegin, er framvegis ein av eigarunum í dag. Hann varð stjóri í spf Kirv i í 2015, og tað var hann til februar í ár (Mynd: Sonne Smith)

Vaksandi søla uttanlands
Sølan hjá Kirvi í útlondum er vaksandi. Kirvi er farið at selja nakað av vatni til Kekkia og Slovakia, men felagið livir – enn í hvussu er – av tí, tað selur í Føroyum. Tó eru útlit fyri, at Kirvi eisini verður selt í Danmark og kanska Svøríki.

Í dag framleiðir Kirvi til samans 11 ymiskar vørur í ymsari stødd til tann føroyska marknaðin. Ein nýggj vøra er ávegis. Tann tólvta vøran hevur smakk, men einki brús. Hetta verður fyrsta vøran av sínum slag, ið verður framleidd í Føroyum. Leiðslan á virkinum vónar, at hon fer at ganga væl, tá ið havt verður í huga, at føroyingum annars dámar best brúsandi løg við smakki í.

Til samans átta fólk eru knýtt at virkseminum hjá Kirvi. Tá ið virkið tappar plastfløskur, eru trý-fýra fólk knýtt at framleiðsluni. Tá ið tey gera dunkar, eru fýra onnur fólk til arbeiðis.

Kapasiteturin hjá virkinum í Lopra er rættiliga stórur. Hann er fleiri ferðir størri enn tað, ið verður framleitt í løtuni. Kapasiteturin er nógvar milliónir fløskur um árið. Vøksturin í søluni hevur verið munandi størri higartil í ár enn í fjør. Vøksturin er í roynd og veru 30 prosent fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár.

Kirvi merkir pyramida. Í Føroyum eru fleiri kirvi, men fjallið í Lopra er tað einasta, sum eitur Kirvi (Mynd: Sonne Smith)

 

Koronan kravdi sítt
Sum alla aðrastaðni hevur koronan verið atvoldin til, at tað hevur verið torført at fara undir nýggja framleiðslu. Pandemiin doyvdi framleiðsluna, sum byrjaði í august í 2019. Virkið framleiddi eina vanliga vøru inntil februar 2020. Koronan fór at herja í mars mánaði í 2020, tá ið Kirvi var til reiðar at koyra tvey nýggj produkt út á marknaðin: vatn við jarðberja- og ananassmakki. Inntil ta tíð framleiddi virkið bara hesar stóru dunkarnar til at fylla á kølararnar, ið standa á nógvum stovnum og virkjum um landið.

Tá ið tann ógvisligi turkurin herjaði í Danmark í fleiri mánaðir í 2018, varð verulig gongd sett á at útvega Kirvi egnan framleiðsluútbúnað, tí tað var rættiliga trupult at sleppa framat at tappa sítt egna vatn hjá danska tappiveitaranum, sum virkið í Lopra var bundið av tá, tí danskararnir høvdu sum vera man úr at gera í tí óvanliga heita og turra veðrinum. Kirvi fekk nýggjar maskinur, sum fóru í gongd í august 2019.

Beinisvørð, hetta 55 milliónir ára gamla forbergið, sum kirvisvatnið rennur ígjøgnum, er partur av teimum niðastu basaltfláunum, tí elsta partinum av Føroyum (Mynd: Sonne Smith)

 

Rávøran er framúr góð
Kirvivatn er gullreint og smakkar væl. Hetta er framúr gott basiskt, bleytt vatn, ið kemst av teirri jarðfrøðiligu samansetingini í fjallalendinum beint við Beinisvørð, sum við sínum 469 metrum er landsins næsthægsta forberg. Verður hugt at Beinisvørð, sæst skilliga, hvussu hetta 55 milliónir ára gamla fjallalendið, sum kirvisvatnið rennur ígjøgnum, er skapt. Lendið er partur av teimum niðastu basaltfláunum, tí elsta partinum av Føroyum. Hetta basaltslagið er heilt øðrvísi enn tilfarið er í miðfláunum og teimum ovastu fláunum, sum meginparturin av norðaru Føroyum er gjørdur úr. Beinisvørð er úr høgum basaltfláum og mjáum fláum av royðugróti.

Upprunin til kirvisvatnið er regn, ið kemur niður á fjallalendið í erva. Regnvatnið verður sílað fleiri hundrað metrar niður ígjøgnum rivur í basaltinum, ið ríkar vatnið við mineralum.

Í basaltinum eru fragment av soðsteini, ið taka tey hørðu evnini burtur úr vatninum, so tað verður bleytt.

Hallur Augustinussen við betongveggin miðskeiðis í tí 3.240 langa Sumbiartunlinum millum Lopra og Sumba, neyvt 1.565 metrar frá munnanum í Lopransdalinum (Mynd: Sonne Smith)

 

Spríkir úr Sumbiartunlinum
Á ferðini gjøgnum fjallið verður vatnið vatnið eisini reinsað, meðan tað sílar ígjøgnum fleiri lindir av royðugróti.

Kirvisvatn verður tí reinsað og mineraliserað fullkomiliga natúrliga. Tann drúgva ferðin gjøgnum fjallið ber í sær, at vatnið er bleytt, basiskt mineralvatn við sera høgum pH-virði (pondus Hydrogenii) upp á 8,2 til 8,4, eitt virði, mált eftir pH-stiganum, sum er tøl frá 0 til 14. Hesi tøl verða rópt pH-virði. Er eitt produkt basiskt, hevur tað eitt pH-virði úr 8 til 14 og inniheldur tað fleiri sløg av basum. Virðið 14 er nógv meiri basiskt enn virðið 8.

Kirvisvatn spríkir sum kunnugt út ígjøgnum veggin miðskeiðis í tí 3.240 langa Sumbiartunlinum millum Lopra og Sumba, neyvt 1.565 metrar frá munnanum í Lopransdalinum.

Vit vita tað ikki við vissu, men av tí at nøgdin er so stór, og vatnið er somikið reint og mineraliserað og hevur somikið høgt pH-virði, so hevur tað helst verið uppaftur longri niðri enn har, tað spríkir út. Ivaleyst er onkur sera stórur vatnlummi í fjallinum, tí hóast turkur hevur verið, so vita vit ikki, um vatnnøgdin, ið rennur út, er broytt, meðan skerpingur er. Vit halda, at hitin og trýstið longri niðri í jørðini hava við sær, at kelduvatnið spríkir so kraftamikið, sum tað nú einaferð ger.

Hallur og Jens Kristian vísa runt í framleiðsluhøllini hjá Kirvi (Mynd: Sonne Smith)

 

Kortini eingin kaffisteðgur
Tað var miðskeiðis í 1980-unum, at farið varð undir at bora tunnilin millum Lopra og Sumba. Ein morgunin í juni í 1988 raktu teir við eina keldu, sum við miklari ferð spríkti úr vegginum í tunlinum. Hetta er ivaleyst landsins kendasta vatnkelda. Hon skeyt seg einar 30 metrar gjøgnum tunnilin í eini tveir tummar tjúkkari strálu. Tá skuldi arbeiðsformaðurin, Olaf Johannessen, hava sagt við arbeiðsmenninar hjá sær, at teir kundu fáa sær ein kaffisteðg, meðan vatnlummin rann seg tóman. Tíbetur spríkir keldan enn tann dag í dag. Úr henni rennur kirvisvatn, ið verður leitt oman til Lopra gjøgnum rør, ið vórðu løgd innanfyri eina betongbjálving, sum teir vórðu noyddir at leggja uttan á tunnilsveggin.

Sumbiartunnilin varð liðugt boraður ígjøgnum í 1991, men hann læt ikki upp fyrr enn í 1997. Teir royndu at tippa kelduna fyri at lætta um tunnilsarbeiðið, men til fánýtis. Teir sprændu tonsavís av betongi í rivur fyri at tippa. Einki hjálpti. Í fleiri vikur sprændu teir so nógv betong í, at menn fóru at í bjørgini vestanfyri at vita, um betong rann út har. So var sjálvandi ikki.

Hetta er ein ógvuliga stór kelda. Landsverk hevur mált vatnnøgdina til at vera meira enn 2.000 tons um dagin.

Umframt at vera rávøra hjá Kirvi fáa bygdirnar Lopra, Akrar og Sumba kelduvatn úr tunlinum. Alt vatn rennur úr lopransmegin, har eitt lítið pumpuhús stendur og pumpar tað suður aftur gjøgnum tunnilin til Sumbiar.

Maskinurnar á virkinum í Lopra hava nógv størri kapasitet enn tað, tær framleiða í løtuni (Mynd: Jóni Brandsson Christiansen)

 

Snilt og vakurt navn
Kirvisvatn, ið verður tappað á virkinum í Lopra er um at gerast ein lutfalsliga umhvørvisgóð vøra, tí at millum annað verður eingin elorka brúkt til at leiða vatnið úr tunlinum í dunkar ella plastfløskur. Tað klárar tyngdarkraftin, og Kirvi framleiðir nú vørur úr endurnýtsluplasti.

Elframleiðslan í Suðuroynni verður yvirhøvur grøn í framtíðini, nú Suðuroyggin hevur fingið sína fyrstu vindmyllulund.

Navnið Kirvi er bæði snilt og vakurt. Søgan er stutt tann, at longu veturin 2014 fyrireikaði virkið í Lopra vørumerki og søluátøk. Hetta var ein rættiliga krevjandi tilgongd. Fløskur, proppar, vørulýsing, mannagongd, og ikki minst navn, merki og etikettir skuldu gerast.

Fólkið, ið átti Kirvi, fór gjølla til verka við at spyrja seg fyri, hvat skuldi verða vørumerki – brand, tey rópa. Eisini uttanlands.

Tey brúktu nógva tíð til at finna tað rætta vørumerkið, ið kundi fanga brúkaran, sama hvar hann var.

Og tað vísti seg heilt skjótt, at "Kirvi", ið var eitt av fleiri nøvnum í uppskoti, vann. Tað var bara gott, tí felagið æt jú eisini Kirvi.

Haraftrat hoyrir til søguna, at tað pyramiduformaða Kirvi er ein partur av fjallarøðini í fjallalendinum omanfyri tunnilin, haðani vatnið rennur.

Kirvi smakkar væl at døma eftir tí, ið verður drukkið av vatni umborð á Smyrli. Har drekka tey heilt nógv Kirvi.

Kirvisvatn á flutningsbandi (Mynd: Jóni Brandsson Christiansen)

Plasthylki, sum i eini serligari maskinu verða konverterað til fløskurnar hjá Kirvi (Mynd: Jóni Brandsson Christiansen)

Kirvisvatn í goymsluhøllini (Mynd: Sonne Smith)

Fløskusnið og vørumerki hjá Kirvi eru sera væl eydnað (Savnsmynd)