Kirstey Alley farin

Kenda sjónleikarindan andaðist eftir stutt stríð við krabbamein

Steinar Patursson
6. desember 2022 kl. 09:56

Sjónleikarindan Kirstey Alley, sum ivaleyst var best kend fyri leiklutin sum Rebecca Howe í sendirøðini Cheers, er deyð, 71 ára gomul.

Familja hennara siga sambært miðlum, at Alley andaðist eftir stutta sjúkralegu við krabbameini.

Kirstey Alley gjørdist kend fyri leiklutin hjá sær í Cheers seinast í 80’unum og fyrst í 90’num, men hevði eisini eina langa karrieru á stóra løriftinum, har hon millum annað spældi í Look Who’s Talking og Village of the Damned. Eisini hevur Kirstey Alley verið partur av fleiri reality røðum.