Kirkubølist í Argja Kirkju!?!
Er kanska ein partur av verkætlanini?
Eyðun á Borg
30. mai 2024 kl. 14:10
ARGJA KIRKJA Í KIRKJUBØHAGA: Sambært matrikkulnumrunum hoyra Argir til Kirkjubøhaga. M.a. tí man tað vera natúrligt, at kirkjubøfeðgarnir fáa ein listarligan leiklut, nú nýggj kirkja skal smíðast á Argjum.
ARGJASMIÐIRNIR: Tiltiknu “grótmenninir” á Argjum vóru eisini dugnaligir jarn- og træsmiðir. Teir plagdu viðhvørt at fara til Kirkjubøar at hjálpa til við ymiskum handaligum arbeiði. Nú hevði kanska verið hóskandi at fingið hegnismenn úr Kirkjubø til Argja í sambandi við list í komandi Argja kirkju.
Við kirkjulistarkvøðu
Eyðun á Borg