Sunnudagin 29. september var nýggja kirkjuhúsið, “Kirkjustova” hjá kirkjuliðnum í Havnar kirkju, vígt.
Hátíðardagurin byrjaði við gudstænastu, har biskupur prædikaði, prestarnir høvdu altartænastu og dóp og dómprósturin talaði.
Beint eftir gudstænastuna varð farið yvir í Kirkjustovu, har biskupur vígdi Kirkjustovu, og forkvinnan í kirkjuráðnum, Kristianna Winther Poulsen og borgarstjórin Heðin Mortensen hildu talu.
Sunnudagin var eisini framløga av nýggjari bók um Kirkjustovu ella um Arnes Minde, sum húsini eisini verða kallað. Tað er Lív Arge Simomsen, sum hevur skrivað áhugaverdu søguna um húsini.
Nógv fólk vóru í kirkjuni henda dagin og til vígsluna í Kirkjustovu. Kirkjuráðið bjóðaði spritubitar, lagkøku og kaffi og te.