Kirkjukonsertir við Asynja Saxophone Quartet

Komandi dagarnir er Asynja Saxophone Quartet í Føroyum, og fer kvartettin í hesum sambandi at spæla heilar fýra...

Innsent
17. november 2017 kl. 08:39

Komandi dagarnir er Asynja Saxophone Quartet í Føroyum, og fer kvartettin í hesum sambandi at spæla heilar fýra forvitnisligar konsertir kring landið.

Konsertskráin er samansett á tílíkan hátt, at áskoðararnir kunnu fáa eina kenslu av, hvussu breitt saksofonin sum ljóðføri fevnir. Skráin stendis av bæði uppruna og umskrivaðum tónleiki úr øllum heimshornum. Konsertin fer soleiðis eisini at geva áhoyrarunum møguleika fyri at uppliva, hvussu stórur munur er á tónleikinum úr ymsu verðinspørtunum.

Skráin stendis av verkum hjá milum øðrum A. Dvorak, P. Sólstein, E. Grieg, E. Bozza, A. Piazzolla, D. Maslanka og R. Wiedoeft.

Í einari saksofonkvartett verður spælt upp á fýra ymsar saksofonir. Saxofonirnar kallast sopran, alt, tenor og baryton saxofon, og kunnu tær saman skapa ótrúligar klangir við einari víðari tónleikalegu.

Asynja kvartettin stendis av føroyinginum Kristina Thede Johansen og sviunum Vera Georgieva, Lisa Nyberg og Anna Magnusson. Kvartettin hevur sítt dagliga virki í Aarhus, har allar fýra eru við at enda sínar útbúgvingar sum klassiskir saxofonistar á Det Jyske Musikkonservatorium.

Limirnir eru allir virknir solistar og kamartónleikarar í fleiri ymsum samanhangum, og hava tær spælt óteljandi konsertir í millum annað Norðurlondum, Teilandi, Grønlandi, Fraklandi, Onglandi og Letlandi. Harafturat hava allar vunnið solist og kamartónleikakappingar í inn- og útlandi.

Møguleikin fyri at hoyra eina saxofonkvartett í Føroyum er øgiliga sjáldsamur, og fer konsertin tí at geva áhoyrarunum eina serliga uppliving.
Konsertirnar tiltala allar aldursbólkar og øll tónleikaáhugaði.

Ferðin hjá kvartettini er stuðlað av Nordisk Kulturkontakt.