KIRKJUBØUR OG VELBASTAÐUR – EISINI PARTAR AV KOMMUNUNI

Við sínum virðismiklu fornminnum er Kirkjubøur stoltleikin í Tórshavnar kommunu og í øllum landinum. Men hvussu við teimum fólkunum, sum búgva har? Hvussu merkja tey, at tey eru partur av høvuðsstaðarkommununi?

Kristianna Winther Poulsen
6. november 2024 kl. 06:39

Eg haldi, at vit skulu byggja okkurt slag av felagshøli, har fólk í Kirkjubø kunnu hittast undir taki til túnatos og til sosialt virksemi, ja til tað, sum gevur gerandisdegnum virði. Eini slík høli kunnu vera partur av økinum miðskeiðis í bygdini við vølli og spæliplássi. Hesi høli skulu sjálvandi hava stødd og snið, ið hóska til vøkru og søguligu bygdina. At hava eitt savningarstað er avgerandi fyri trivnað og felagsskap. Á henda hátt noyðast tey ikki av bygdini fyri at kunna vera sosial saman við øðrum kirkjubøfólki.   

Á Velbastað er bygdarhúsið Sólarmagn, men hinvegin er ikki eitt pláss, hagar Velbastaðfólk natúrliga velja at leita sær, tá tey eru úti og spáka og hava hug at hitta onnur í bygdini. Slíkar løtur eru jú gull verdar í øllum meldrinum.

Bygdin, sum er sera spjødd, manglar eitt slag av miðdepli, har fólk kunnu sessast á einum bonki eina løtu í lívd fyri veðri og vindi til eitt prát. Ein slíkan miðdepil eiga vit at skapa, sjálvandi í samráð við fólk á staðnum. 

Borgara- og fimleikarhøllin í Kaldbak er bygd, og torg í Hoyvík er klárt at bjóða út. Lat okkum eisini gera neyðugt arbeiði í Kirkjubø og á Velbastað.  

Og Bussleiðin til báðar bygdirnar skal sjálvandi vera nóg góð fyri bæði børn og vaksin.  

Vel meg á lista C. 

Kristianna Winther Poulsen, valevni hjá Javnaðarflokkinum til Tórshavnar býráð