Sunda kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at kirkjurnar við Norðskála og í Hvalvík hava opið í morgin, har høvi verður til at hava eina løtu við friði og kvirru. Prestur verður eisini til staðar.
Kirkjan við Norðskála hevur opið hósdagin 9. desember frá klokkan 13 – 15.
Kirkjan í Hvalvík hevur opið hósdagin 9. desember frá klokkan 16 – 18.