Ferðafólk úr Kina, sum vitja Keypmannahavn, hava keypt stórar nøgdir av eftirgjørdari mjólk til pinkubørn inn undir seg – so nógv, at summir handlar hava sett avmarkingar fyri, hvussu nógv hvørt einstakt viðskiftafólk kann keypa.
Hetta skrivar Reuters.com fríggjadagin.
Stóri kinverski áhugin kemst av, at fleiri matvørugølur hava verið í Kina seinastu árini. Tann størsta var í 2008, tá seks pinkubørn doyðu eftir at hava fingið eftirgjørda mjólk við eiturevninum melamin í. Tað verður vanliga brúkt til at gera plastikk.
Aðrar meira vanligar vørur hava eisini stóran áhuga í Kina. Arla Foods sigur, at teirra útflutningur til Kina er nærum tvífaldaður hetta seinasta árið.
Mjólkapulvur og haldfør mjólk standa fyri tí mesta av útflutninginum hjá Arla Foods til Kina, men eftirgjørda mjólkin til pinkubørn er eisini vorðin vælumtókt hjá kinverskum brúkarum, sigur Peder Tuborgh, forstjóri í Arla Foods, við Reuters.
– Vit hava nú ein marknað fyri vistfrøðiliga eftirgjørda mjólk til pinkubørn, sum als ikki var til fyri tveimum árum síðani, sigur Peder Tuborgh.
Í oktober mánaði gjørdi stóri gravgangurin, at handilsketan Coop setti eina avmarking, so hvørt viðskiftafólk ikki kundi keypa meira enn sjey kilo, sum svarar til 12 blikk, av eftirgjørdari mjólk til pinkubørn. Tá vóru dømi um kinversk ferðafólk, sum snøgt sagt høvdu tømt hillarnar og í summum førum keypt meir enn 40 kilo av hesi mjólkini.
Vistfrøðiliga mjólkin til pinkubørn hjá Arla kann seljast fyri millum tríggjar og fýra ferðir so nógv í Kina sum í Danmark.
Ikki bara í Danmark, men aðrastaðni við hava fyritøkur, sum gera mjólkavørur, merkt ein vaksandi eftirspurning úr Kina. Til dømis hevur franska fyritøkan Danone boðað frá, at teirra søla av eftirgjørdari pinkubarnamjólk í Kina vaks nógv í triðja ársfjórðingi. Og í Avstralia og Ný Sælandi hava tey eisini merkt økta kinverska eftirspurningin.
Kelda: Reuters