Kingo-bólkurin sungið í 20 ár

Kingo-bólkurin kundi sunnudagin 26. november hátíðarhalda 20 ára stovningardag.

Leif Láadal
27. november 2017 kl. 15:41

Kingo-bólkurin kundi sunnudagin 26. november hátíðarhalda 20 ára stovningardag. Dagurin varð millum annað hátíðarhildin við andakt í Tjørnuvíkar kirkju, har bólkurin sang, og borðhaldi í bygdarhúsinum, skrivar Sunda kommuna á heimasíðu síni. 
Kingo-bólkurin varð stovnaður í 1997 og hevur í trúfesti móti siðaarvinum hevur varðveitt aldargamlan mentanarligan dýrgrip. Kingo-bólkurin er rættiliga virkin og hevur fleiri ferðir havt framførslur í heimlandinum hjá mæta sálmaskaldinum Thomas Kingo (1634-1703), og stórliga fagnaður har, verður upplýst á sunda.fo.


Fleiri myndir frá degnum kunnu síggja á heimasíðuni HER