So at siga allir limirnir í kinesiska tinginum atkvøddu fyri nýggju lógini, sum sigur at forsetin Xi Jinping kann sita sum forsetur allar sínar dagar.
Næstan 3000 limir í kinesiska tinginum atkvøddu fyri at tað ikki longur skal vera nakað mark hvussu leingi ein forseti kann sita við stýrið. Xi Jinping kann nú verða sitandi restina av lívinum.
Kina hevur síðani í 1990'inum havt somu lóggávu, sum í USA. Har kann ein forseti í mesta lagið sita við stýrið í tvey valskeið.
Henda broyting er tó ikki heilt óvantað. Í oktobur mánaða nevndi Xi Jinping sær ongan at taka stýrið frá sær, sum annars er vanligt at gera.
Heilt óvanliga bleiv tað kortini mótmælt. Eitt lógaruppskot hjá kommunistiska flokkinum er ongantíð follið. Tó vóru tvær stemmur av teimum tilsamans 2980 atkvøðunum ímóti. Ein atkvøða var blonk.