Kinesiska stjórnin hevur boðað frá, at frameftir skulu kinesisk hjún sleppa at fáa trý børn.
Boðini koma, eftir at fólkatalshagtøl í Kina vísa, at føðitølini í landinum eru í stórari afturgongd.
Kina hevði í fleiri áratíggju forboð móti at fáa fleiri enn eitt barn, men tann politikkurin varð broyttur í 2016, og kinesisk hjún fingu tá loyvi at fáa tvey børn.
Tað hevur kortini ikki havt ta ávirkan, ið kinesiska stjórnin hevði hugsað sær, at lyfta markið upp á tvey børn, og burðartølini eru framvegis ov lág, skrivar BBC. Tí er avgerð nú tikin um at loyva húnum at fáa trý børn.
Xi Jinping, forseti í Kina, hevur góðkent ætlanirnar, siga kinesiskir miðlar sambært BBC.
Tað eru kortini ikki øll, ið vænta, at nýggju reglurnar fara at gera mun. Hao Zhu, búskaparfrøðingar hjá Zommerzbank, sigur við Reuters, at trupulleikin í Kina er, at livikostnaðurin í landinum er ov stórur.
- Um tað hjálpti av hava linari burðarpolitikk, hevði núverandi politikkur við tveimum børnum eisini gjørt mun, sigur Hao Zhu og vísir á, at ung fólk í Kina klára ikki at fáa sær fleiri enn tvey børn, tí tað kostar ov nógv.