BBC sigur í einum boðum, at tey eru skuffaði yvir avgerðina, at Kina nú hevur sløkt fyri BBC.
- Vit eru skuffaði yvir, at kinversku myndugleikarnir hava avgjørt hendan útvegin, sigur eitt framsøgufólk hjá bretska kringvarpinum.
Kinverska miðlaeftirlitið sigur, at tær frásagnir, ið BBC World News hevur havt um Kina, er eitt brot á leiðreglur um “kravið um, at tíðindi skulu vera sannar og rættvísar” og “ikki skaða umdømi og áhugamálini hjá Kina”.
- BBC er heimsins mest eftirfarandi tíðindamiðil og hevur frásagnir úr øllum heiminum. Hetta verður gjørt heiðurligt, uttanveltað og uttan ótta ella nøkrum til frama, sigur framsøgufólkið hjá BBC.
Tann statsliga film-, TV- og radio-fyrisitingin í Kina loyvir ikki, at BBC heldur á fram at senda úr Kina, og fer heldur ikki at koma árligu umsóknini at senda í Kina á møti, stendur í einum boðum frá kinverska miðlaeftirlitinum.
Í undanfarnu viku tók bretska miðlaeftirlitið, Ofcom, sendiloyvi frá kinverska statssjónvarpinum, CCTV, at senda í Bretlandi. Grundgevingin var, at statsfíggjaði eigarabygnaðurin stríðir móti bretskari lóggávu.
Harvið kunnu bretskir veitarar ikki longur bjóða rásina út til sínar hyggjarar í Stórabretlandi, uttan at vera í vanda fyri at fáa bót.
Uttanríkisstovan í Kina helt tá, at Ofcom hevði borið seg politiskt at og hótti við at løna hesum aftur, og tað hevur Kina so gjørt nú.