Fyri vikum síðani kravdu Kinesisku mynduleikarnir eina umbering frá Jyllands-Posten um eina tekning av Corona virusinum. Nú er ein yvirskrift í The Wall Street Journal orsøkin til, at trý blaðfólk hava mist arbeiðsloyvið í landinum.
Yvirskriftin Kina er tann veruliga sjúki maðurin í Asia hevur skapt stóra øsing í landinum. Yvirskriftin er skýrd av vera rasistisk og niðurgerðandi mótvegis royndini í at basa virussinum. Talsmaðurin fyri uttanríkisráðið hjá Kina kravdi eina almenna umbering frá WSJ og at greinaskrivarin verður revsaður. Tað skrivar Global Times China. Umrødda greinin var skriva á kjaksíðuni hjá blaðnum.
Eingin umbering er komin frá WSJ og heldur einki blaðfólk er revsað. Tí hava myndugleikarsum avleiðing av hesum valt at tikið pressukort og arbeiðsloyvi frá teimum trimum blaðfólkunum, sum arbeiddu fyri WSJ í Kina. Tey hava eisini fingið boð um at fara úr landinum. Hesi høvdu tó einki við umrøddu greinina at gera.
Kina hevur áur lagt eftir vesturlendskum bløðum í samband við viðgerð av coronavirusinum i miðlunum. Í januar kravdu Kinesisku mynduleikanir umbering frá Jyllands-Postinum um eina tekning av kinesiska flagginum, ið var mynda við virussymbolum. Blaðstjórin noktaði at koma við umbering.