Kina og Vietnam skrivað undir 14 handilsavtalur
Forsetin í Kina, Xi Jinping, og forsetin í Vietnam, To Lam, hava í dag skrivað undir 14 handilsavtalur landanna millum
Ragnar Sjúrðarson
19. august 2024 kl. 16:22
Forsetin í Kina, Xi Jinping, og forsetin í Vietnam, To Lam, hava í dag skrivað undir 14 handilsavtalur landanna millum.
Tað skrivar Reuters.
Avtalurnar snúgva seg m.a um betri tok- og vegastrekkir á markinum millum londini, kinesiskan innflutning av vietnamesiskum landbúnaðarvørðum, samstarv millum miðbankar, miðlar og eftirlit.
Afturat hesum hava Kina og Vietnam avtalað at styrkja verju- og trygdarbondini.
To Lam sigur at samstarvið við Kina “er ein toppraðfesting fyri uttanríkispolitikkin hjá Vietnam”.