Aðalstjórnin í kinesiska kommunistaflokkinum hevur skotið upp at strika markið fyri, hvussu leingi ein forseti kann sita við valdið. Sum nú er, er markið grundlógarfest, og er tvey skeið, tað skrivar DR Nyeder á heimasíðuni.
Sambært tíðindastovuni, Xinhua, hevur aðalstjórnin skotið upp, at setningurin "skal ikki sita longri enn tey tvey samanhangandi skeiðini" skal strikast úr grundlógini.
Í løtuni er eitt forsetaskeið í Kina fimm ár.
Síðan 2013 hevur Xi Jinping verið forseti. Haraftrat er hann aðalskrivari í kommunistaflokkinum og formaður í kinesisku hernaðarnevndini.
Um broytingin um at leingja markið ikki verður framd, endar skeiðið hjá Xi Jinping í 2023.
Síðan Xi tók við forsetaembætinum, hevur hann savnað sær nógv vald, og hann hevur havt eina rættiliga uppgerð við mótstøðufólk í flokkinum.
Við tí fyri eyga at gera upp við innanhýsis mutur, og fyri at styrkja lýdnið í flokkinum, eru túsundvís av limum í kommunistaflokkinum dømdir og revsaðir. Haraftat hevur forsetin hert sensurin í landinum, og revsað atfinningarsamar røddir.
Uttanríkispolitiskt, verður Xi Jinping mettur at vera sera ágangandi, og hevur hetta eyðkent Kina seinastu árini. Sum dømi kann nevnast víðkanin í Suðurkinesiska Havinum, og eisini, ein ógvusligari tilgongd móvegis øðrum asiatiskum londum.