Kina: 300.000 krónur fyri eina brúður

Kina, ið er fólkaríkasta landið í heiminum manglar uml. 60 mió. kvinnur, og tí er prísurin fyri eina brúður nógv hægri, enn...

Alda Nielsdóttir
5. februar 2018 kl. 11:25

Kina, ið er fólkaríkasta landið í heiminum manglar uml. 60 mió. kvinnur, og tí er prísurin fyri eina brúður nógv hægri, enn hann var fyri bert 10 árum síðani.

Fyri menn í Kina er tað í hesum døgum sera torført, og ikki minst dýrt, at fáa sær eina konu. Sonevndi brúðarprísurin, ið er eitt ískoyti, sum ein brúðgómur og foreldur hansara skulu gjalda til brúður hansara áðrenn brúðleypið, liggur nú nógva staðni í Kina á fleiri 100.000 krónur. Fyri 10 árum síðani var brúðarprísurin í miðal uml. 2-3.000 krónur.

Ein orsøk til hetta er, at Kina manglar kvinnur.

At Kina manglar kvinnur er ein avleiðing av eittbarnspolitikinum, ið Kina kom við í 1979. Nógvar familjur vildu heldur hava eitt dreingjabarn enn gentubarn, nú tey bert kundu hava eitt.

Eittbarnspolitikurin varð strikaður í 2015, men skeivleikin millum kynini sæst enn.

Í Kina er tað siður, at brúðurin ansar eftir verforeldrunum, tá tey gerast gomul. Tí verður kvinnan ein partur av verfamiljuni og flytir burtur frá sínari egnu familju. Og tað er ein av orsøkunum til, at tey flestu ynskja dreingjabørn, tí at tey kunnu føra ættina víðari.

Hetta sæst aftur í vaksandi brúðarprísinum, tí eftirspurningurin er størri enn útboðið.

Í Kina hevur mann eitt navn fyri menn, ið eru ógiftir og yvir 30 ár. "Shengnan", ið beinleiðis umsett merkir "avlopsmenn". Og talið av teimum er vaksið nógv sum fylgja av eittbarnspolitikinum.

Ein onnur fylgja av eittbarnspolitikinum er, at nógvar kvinnur hava fingið fosturtøku, tí fostrið var ein genta. Eisini eru nógv foreldur farin frá teirra nýføddu gentubørnum. Kvinnur, ið longu áttu eitt barn, vóru eisini noyddar at fáa fosturtøku, um tey gjørdust við barn aftur.

Ein onnur orsøk til vaksandi brúðarprísin er, at har eru fleiri menn, ið bjóða uppá somu kvinnu, og tí fer prísurin upp. Hetta merkir eisini, at kvinnur í Kina kunnu gifta seg við monnum, ið eru nógv longri uppi á sosialu pyramiduni. Tí hevur tað stóran týdning, at ein stakur maður og familja hansara ikki koma fram sum fátøk. Ein máti at vísa tað er ein hægri brúðarprísur.

Tí noyðist familjan hjá kinesiska manninum at spara upp pening, so ungi maðurin kann ogna sær bústað, bil og ískoyti til brúður hansara.

Ójavnin millum ungar kvinnur og menn er ein trupulleiki, ið Kina tekur í álvara, og tí bleiv tað eisini seinni møguligt hjá familjum at fáa sær barn nummar tvey, millum annað so familjur kundu hava í minsta lagi eitt dreingjabarn.

Eittbarnspolitikurin var strikaður í 2015, og umstøðurnar í Kina eru batnaðar, men enn er langt á mál, sigur Cecilia Milwertz, ið er granskari á Nordisk Institut fyri Asienstudier, sambært DR.