Norðurkoreanski leiðarin Kim Jong-un hevur boðið suðurkoreanska forsetanum, Moon Jae-in, til Norðurkorea.
Hetta er søguligt.
Hetta kann vera fyrstu ferð, at Norður- og Suðurkoreanski leiðarin møtast síðan 2007, skrivar DR. Seinastu árini hevur verið hart stríð millum londini.
Innbjóðingin til Moon Jae-in varð givin á einum fundi, sum varð hildin í samband við olympisku leikunum, sum í løtuni verða hildnir í Suðurkorea. Fundurin gekk fyri seg í Bláa Húsinum, ið er bústaðurin hjá suðurkoreanska forsetanum. Á fundinum vóru m.o. Kim Yo-jong, ið er lítlasystir til Kim Yong-un, og leiðarin av norðurkoreanska parlamentinum, Kim Yong-nam.
Norðurkoreanski leiðarin er klárur at hittast "so tíðliga, sum til ber", sigur eitt framsøgufólk hjá suðurkoreanska forsetanum. Nú er spurningurin hvat hann ætlar at gera við hesa innbjóðingina.