Kim Jong-Un vitjar Kina

Eitt norðurkoreanskt tók er komið til Beijing við einum ótalið av trygdarfólki umborð.

Jákup Højgaard
27. mars 2018 kl. 12:46

Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, hevur vitja Kina. Tað skrivar tíðindastovan Bloomberg. Japanskir fjølmiðlar skriva, at eitt norðurkoreanskt tok kom til Beijing við hópin av trygdarfólki.

Ein talskvinna fyri kinesiska uttanríkisráðið sigur seg ikki vita nakað um støðuna. Norðurkoreanskir miðlar hava heldur ikki skrivað nakað um at Kim Jong-un er á vitjan í Kina.

Men tríggjar aðrar keldur, sum kenna til viðurskiftini játta fyri Bloomberg at tað var Kim Jong-un, ið var í tokinum. Keldurnar siga tó einki um hvar í kinesiska høvuðstaðnum Kim Jong-un er. Heldur ikki vita keldurnar at siga hvønn Kim Jong-un skal vitja í Kina.

Kim Jong-un er ongantíð farin úr Norðurkorea síðani at fekk valdið frá pápa sínum, Kim Jong-il, í 2011.

Kim Jong-un skal fundast við suðurkoreanska forsetan Moon Jae-in seinast í apríl, og vantandi skal hann eisini á fund við Donald Trump einaferð í mai mánaða.