Hinir báðir dystirnir í hálvfinaluumfarinum millum KÍF og VÍF vóru øgiliga javnir. Tann fyrsti dysturin, sum varð leiktur í Kollafirði, endaði við 27-26 til VÍF, sum var frammanfyri allan dystin á tamb. Tað var ikki fyrr enn ímóti endanum at tað tódnaði so nógv, at tað gjørdist spennandi.
Næsti dysturin, sum varð leiktur í Vestmanna, gjørdist munandi javnari, og hesaferð var leikbýtið øvut. KÍF var nú stinnari, men móti endanum var tað um reppi, at sigurin glapp teimum av hondum. VÍF kom aftur íaftur og fór enntá framum, men tá tað restaðu 20 sekund, javnaði KÍF og so mátti longd leiktíð til. Tá var KÍF omaná og vann dystin 34-32.
Tí vóru fólk spent upp á triðju hálvfinaluna, sum varð leikt í kvøld, men hesaferð var eingin spenningur, tí KÍF snøgt sagt smurdi VÍF av.
KÍF byrjaði betur og fór spakuliga frá VÍF, og fram móti endanum av fyrra hálvleiki øktist munurin upp í átta mál, so tað stóð 19-11 í hálvleikinum. Skilið var tað sama í seinna hálvleiki, tí kollfirðingar øktu bara, og ta einu løtuna var munurin 11 mál. Tá var sigurin í hús og so byrjaðu kollfirðingar at spara leikarar til fyrstu finaluna, sum verður móti H71 sunnudagin, og tað hevði við sær, at VÍF slapp at minka um munin niður í átta mál.
Endaliga úrslitið í kvøld gjørdist 30-22 til KÍF, sum vann tveir av trimum hálvfinaludystum og við tí eitt pláss í finaluni, móti H71, sum vann 2-0 á Team Klaksvík í hinari hálvfinalurøðini.
Jens Kristian Vang, myndamaður hjá Dimmalætting, var í høllini í Kollafirði í kvøld, og vit lata myndirnar tala fyri seg.