KÍ hevur gjørt tað, sum ongin væntaði og vunnið greitt á ungarska stórfelagnum Ferencváros.
Líka frá fyrsta bríksli sóu føroyameistararnir gott út, og tá dysturin var einans átta minuttir gamal, vann Odmar Færø eitt brotspark eftir ein deyðbólt. Árni Frederiksberg var tryggur frá 11 metrum.
Tá góðir 30 minuttir vóru leiktir, var sjey`arin hjá KÍ aftur uppá spæl, tá hann hann var fyrstur á returbóltinum, eftir at Deni Pavlovic hevði roynt seg við skoti.
Í tíðini, sum dómari hevði lagt afturat í fyrra hálvleiki, smekkaði Árni Frederiksberg bóltin fram til Luc Kassi, sum royndi seg frá eini heldur ivasamari skotstøðu, men ungarski landslismálverjin fekk onkursvegna ikki vart fyri og bólturin trillaði innum málstrikuna.
Seinni hálvleikur var málleysur, og KÍ hevur tí vunnið samanlagt 0-3 móti risafavorittunum Ferencváros, og harvið spælt seg víðari til 2. undanumfar í Champions League.