Mánakvøldið í næstu viku eru meistararnir í KÍ stevndir saman til fyrstu venjingina. Teir hava hildið frí, síðani teir mitt í desember vóru aftur í Klaksvík, eftir at teir spældu síðsta dystin í Europa Conference League í Lille í Fraklandi.
Enn er ikki greitt, hvør verður venjari í Klaksvík. Men tað er greitt, at KÍ týsdagin 30. januar fer suður til Portugal á venjingarlegu. Steðgurin verður í 12 dagar, og KÍ fer at spæla tríggjar venjingardystir. Teir vera ímóti Bejing Gouan, Silkeborg IF og Real Salt Lake, veit bolt.fo at siga.
Tá ið tað ikki ber til hjá KÍ at luttaka í VFF Cup er gjørt av, at AB verður 10. felagið í kappingini.
Fyrstu dystirnir vera nú um vikuskiftið: NSÍ – 07 Vestur, Víkingur – EB/Streymur, ÍF – HB (í Gundadali), B68 – AB og B36 – Skála ÍF.