Tað fer ikki bara afturvið borðinum, at KÍ í kvøld sum fyrsta føroyska felag fer at spæla í europeiskum bólkaspæli í fótbólti.
KÍ er í slovakiska høvuðsstaðnum Bratislava, har tað klokkan 20 føroyska tíð og 21 danska tíð verður dystur millum Slovan Bratislava og KÍ. Dysturin verður vístur á Skarv í Pilestræde 43 í miðbýnum í Keypmannahavn.
Meðan tað er illveður í Føroyum, so eru tað í Keypmannahavn 23 hitastig í skugganum og eitt lítið lot. Undan KÍ dystinum verður upphiting, tá ið tað fer at bera til at síggja Liverpool spæla á útivølli í Eysturríki ímóti Lask Linz. Tann dysturin verður klokkan 18.45 danska tíð.
Upplýst verður úr Keypmannahavn, at tey á Skarv hava bjóðað teimum á slovakisku sendistovuni í Keypmannahavn at síggja dystin í sjónvarpinum á Skarv.