KÍ venjarin er sjúkur

Magne Hoseth var ikki í ferðalagnum, tá ið klaksvíkingar í dag ferðaðust úr Vágum og til Bratislava

Jóannes Hansen
20. september 2023 kl. 22:34

Tað manglaði ein maður, tá ið KÍ ferðalagið klokkan 10 í morgun í leiguflogfari lætti úr Vágum. Umvegis Billund varð flogið til slovakiska høvuðsstaðin Bratislava.

KÍ venjarin Magne Hoseth var ikki við í ferðalagnum. KÍ upplýsir, at hann er eftir í Føroyum, tí hann er sjúkur. Um hann verður nóg birgur í morgin, so fer hann úr Føroyum og til Bratislava, um tað ber honum til at vera saman við KÍ ferðalagnum undan dystarbyrjan.

Fyrsta bríksl verður á Národný futbalový štadión klokkan 20. Hetta er tjóðarvøllurin í Slovakia, og tað er her, at Slovan Bratislava eigur heimavøll. Pláss er fyri 22.500 áskoðarum. Talan er um nýtt stadion, sum varð tikið í nýtslu í 2019.

Á tíðindafundinum í kvøld vóru tað hjálparvenjarin Daniel Berg Hestad og liðformaðurin Jákup B. Andreasen, sum umboðaðu KÍ. Eftir venjingina á dystarvøllinum hevði KÍ heimasíðan samrøðu við Jákup B. Andreasen:

-Vit hava droymt um at luttaka í bólkaspæli, og í morgin verður dreymurin veruleiki. Stadion kennist stórsligið, men hetta fer ikki at taka okkum av fótum, tí tað minnir nógv um tað, sum vit fyrr í summar hava upplivað, og higartil hava vit trivist væl í sovornum kulissum, sigur KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen í samrøðu við heimasíðuna hjá KÍ.