KÍ var heilt tætt við at koppa

EB/Streyma venjarin heldur, at dómarin gav KÍ ov nógva eykatíð at skora sigursmálið, sum kann fara at vísa seg at vera heilt avgerandi

Jóannes K. Danielsen fegnast saman við pápanum Hilmari Danielsen um 3-2 sigurin ímóti EB/Streymi. Hilmar Danielsen er nevndarlimur í KÍ. Mynd: Oliver Joensen/nordlysið.fo
Jóannes Hansen
27. august 2023 kl. 19:54

Tað var um reppið, at KÍ fyri triðju ferð á rað í landskappingini noyddist av vøllinum uttan fulla úrtøku. EB/Streymur var í Klaksvík, og gestirnir í Sundalagnum hildu tørn um 2-2, inntil stóripinnur hevði verið 95 ferðir runt.

Sigfríður S. Clementsen er venjari hjá EB/Streymi, og hann var vónbrotin. Ikki av hugburðinum og avrikinum hjá hansara monnum, sum høvdu verið framúr. Men hann segði seg vera vónbrotnan av dómaranum:

-Eg skilji ikki, hví dómarin ikki bríkslaði av, tá ið 94 minuttir vóru farnir. KÍ fekk loyvi at taka eitt innkast aftrat, og so fingu teir sigursmálið, sum teir ikki høvdu megnað í seinna hálvleiki, hóast teir so við og við vunnu alt størri yvirvág og pressaðu okkum nógv. KÍ er eitt so mikið gott fótbóltslið, at tað eigur sjálvt at vinna sínar dystir. Tað er ikki neyðugt, at dómarin hjálpir teimum, segði Sigfríður Clementsen eftir dystarlok í samrøðu við FM1 og bolt.fo.

Jóannes K. Danielsen skoraði 3-2 sigursmálið. Hetta var aðru ferð í ár, at hann var málskjútti. Fyrra ferðin var 12. apríl, tá ið KÍ vann 2-0 á Argjum.

Á Argjum vann HB í dag 4-2. Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð á Argjum, var støðan framvegis 2-2 í Klaksvík, og tá luktaði tað av álvara av, at spenningur av álvara fór at kykna í FM stríðnum. Adrian Justinussen var tvífaldur málskjútti á Argjum. Hann er nú næstovast í málkappingini. Páll A. Klettskarð hevur skorað 15 mál, og honum næstur er Adrian Justinussen við 13 málum.

Í Trongisvági var tað avgreiðslusigur hjá B36 ímóti TB. Úrslitið var 3-0, og B36 hevur í teimum trimum dystunum ímóti TB málmunin 11-0.

Í Fuglafirði var talan av álvara um skrædl, tá ið Víkingur vann 7-1. Sølvi Vatnhamar var ferfaldur málskjútti og hevur nú tilsaman skorað 12 mál.

Í Sørvági vann B68 1-0. Innskifti Alex Mellemgaard átti uppleggið, og innskifti Esmar P. Clementsen var ein minutt undan leikloki málskjútti. Við sigrinum styrkti B68 nógv um sína støðu í kappingini um at sleppa undan niðurflyting.

Nú sjey umfør eru eftir sigur støðutalvan, at kappingin um at sleppa undan at flyta niður verður millum uppflytararnar TB og ÍF og so AB, sum er aftast.

KÍ – EB/Streymur 3-2 (2-1)

1-0: Odmar Færø 2.

1-1: Gutti Dahl-Olsen 8.

2-1: Sivert Gussiås 35.

2-2: Bogi Reinert-Petersen 55.

3-2: Jóannes K. Danielsen 95.+

 

ÍF – Víkingur 1-7 (1-4)

0-1: Aron Jarnskor Ellingsgaard 7.

0-2: Finnur Justinussen 15.

1-2: Hans Jákup J. Lervig 18.

1-3: Sølvi Vatnhamar 34.

1-4: Sølvi Vatnhamar 45.

1-5: Sølvi Vatnhamar 68.

1-6: Martin Klein Joensen 72.

1-7: Sølvi Vatnhamar 88.

 

07 Vestur – B68 0-1 (0-0)

0-1: Esmar P. Clementsen 89.

 

AB – HB 2-4 (1-1)

0-1: Adrian Justinussen 8.

1-1: Marius Kryger Lindh 17.

2-1: Brian Jakobsen 46.

2-2: Jákup L. Thomsen 65.

2-3: Adrian Justinussen 70.

2-4: Mathias Præst Nielsen 81.

 

TB – B36 0-3 (0-0)

0-1: Bjarki C. Nielsen 49.

0-2: Bjarki C. Nielsen 67.

0-3: Lukas Giessing 77.

19

17

1

1

49

13

52

HB

20

15

2

3

56

15

47

B36

20

15

1

4

45

17

46

Víkingur

20

12

3

5

47

20

39

07 Vestur

20

9

3

8

33

31

30

EB/Streymur

19

6

1

12

21

36

19

B68

20

4

5

11

20

36

17

TB

20

4

3

13

12

45

15

ÍF

20

4

0

16

19

57

12

AB

20

3

1

16

16

48

10

Fríggjadagin 1. september

B68 – TB

07 Vestur – EB/Streymur

Leygardagin 2. september

Víkingur – AB

Sunnudagin 3. september

B36 – ÍF

Fríggjadagin 15. september

HB – KÍ