KÍ vann venjarakappingina

KÍ vann VFF Kup hjá kvinnum við 3-1 sigri á Víkingi í Gøtu

Jóannes Hansen
6. mars 2024 kl. 23:33

Í kvøld tryggjaði KÍ sær fremsta plássið í VFF Kup hjá kvinnum.

Víkingur tók ímóti KÍ í Sarpugerði, og vinnarin av dystinum vann VFF Kup.

KÍ legði seg tíðliga á odda 2-0 tíðliga. Fyrst skoraði Tórunn Joensen við brotssparki, og síðani økti Tóra Mohr eftir mistak í víkingaverjuni.

Víkingur minkaði nakað fyri hálvleik um munin til 2-1, tá ið álopsspælarin Hanna I. Højgaard skoraði eftir gott upplegg frá Jensu Tórolvsdóttir, sum nú tykist vera komin fyri seg eftir at hava verið skaðadarvað. 

Í seinna hálvleiki staðfesti KÍ sigurin, tá ið Jancy Mohr skoraði til 3-1.

Eftir dystin handaði Andrass Thomsen vegna Venjarafelagið KÍ steyp.

Fyrsta umfar í landskappingini hjá kvinnum verður leygardagin 30. mars.