Dysturin varð merktur at ferð og góðum spæli. KÍ og HB skiftust um at hava stórar málmøguleikar. Tað sást at liðini løgdu nógv fyri, fyri at fáa steypið.
Undan dystinum var tað greitt, at um KÍ vann, vann KÍ greipuna fyri hetta kappingarárið. Greipan er tá tú vinnur bæði Føroyameistaraskapið og Steypakappingina sama ár.
KÍ legði út
Hóast HB byrjaði best, var tað KÍ sum fingu fyrsta málið.
Eftir smáar 20 minuttir legði Durita Hummeland KÍ á odda í steypafinaluni. Málið kom eftir innlegg úr høgru, og Durita Hummeland stóð rætta stað tá bólturin datt niður mitt fyri, beint frammanfyri málið hjá HB.
Bæði liðini løgdu nógv fyri næstu løtuna, og so eydnaðist hjá teimum reyðu og svørtu.
Átta minuttir seinni javnaði Lív Rúnadóttir fyri HB. Málið kom eftir gott uppspæl í høgru. Úti á vonginum bleiv Rúna Jacobsen send avstað, og inni í brotsteiginum var Lív Rúnadóttir klár og setti fótin á bóltin. Hálvleikstøðan var 1-1.
Javnt í hálvleikinum
Tá liðini komu á vøllin aftur var tað aftur við nógvari orku. Hóast bæði liðini høvdu møguleikar, vóru tað klaksvíkingarnir sum komu best frá byrjan. Tá 55 minuttir vóru spældir, skoraði KÍ aftur. Tað byrjaði enn eina ferð við spæli í høgru. Jórun Patawary legði ein bólt inn fyri, og har var Tóra Mohr klár at stúta bóltin í netið.
Trýstu seinastu løtuna
Tær reyðu og svørtu trýstu KÍ seinastu løtuna av dystinum, og høvdu fleiri hálvar møguleikar. Fyri tær bláu snúði tað seg um at rudda bóltin burtur. Tað gjørdu tær væl.
Hvørki KÍ ella HB megnaðu at skora eftir hetta, og sostatt vann KÍ greipuna hetta kappingarárið.