Í landskappingini er KÍ langt fremst. KÍ hevur vunnið allar dystirnar, og í dag vann KÍ seg víðari úr fjórðingsfinaluni. Tað var í Gundadali, har HB var vertur. Hóast tær úr Klaksvík oftast eru endaðar ovast, so hevur tað ikki so sjáldan verið tungt hoyggj at draga hjá teimum, tá ið HB hevur verið mótstøðuliðið, og soleiðis var tað eisini í dag.
KÍ vann 1-0, og málið varð skorað, tá ið tað restaðu 10 minuttir. Málskjútti var landsliðsspælarin Tórunn Højgaard Joensen.
Undir Mýruhjalla á Skála vann B36 2-0 ímóti EBS/Skála, sum tað hevur kenst striltið hjá tað, sum er farið av hesum kappingarárinum. Sjey minuttir undan steðginum legði Gunnrið Poulsen B36 á odda. Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at Gunnrið hevur skorað á besta B36 liðnum. Tíggju minuttir eftir steðgin økti Olga Kristina Hansen um munin til 2-0.
Í Sarpugerði vann Víkingur 8-1 ímóti TB/FCS/Royn. Hjá Víkingi skoraðu tríggjar tvey mál – Rakul Sørensen, Hjørdis Rasmusdóttir og Hanna Isaksen Højgaard. Bjørg Jarnskor og Marita á Fríðriksmørk skoraðu hvør sítt mál. Agatha Djurhuus minkaði átta minuttir undan hvíldini um munin til 4-1, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Síðsta fjórðingsfinalan verður í annaðkvøld, tá ið 07 Vestur fær vitjan av NSÍ.
Hálvfinalurnar vera sunnudagin 11. juni og sunnudagin 27. august. Finalan verður leygardagin 7. oktober.