KÍ trekti Bodø/Glimt

Lutakastið til Champions League hevur júst verið. KÍ trekti norsku Bodø/Glimt

Sigurjón Einarsson
14. juni 2022 kl. 11:37

KÍ trekti norsku meistararnar úr FK Bodø/Glimt í fyrsta umfarinum at Champions League-undankappingini. Bodø/Glimt hevur verið norskur meistari tvey tey seinastu árini.

Liðið fekk nøkur góð úrslit í Conference League-kappingini farna kappingarár, har millum annað Roma, við Jose Mourinho á venjarabeinkinum, tvær ferðir varð sent heim við ongul í reyv. Fyrst í bólkaspælinum við einum knúsandi 6-1 sigri og síðani 2-1 í fjórðingsfinaluni, men Roma vann returdystin og vann síðan finaluna móti Feyenord í Conference League-kappingini.

Nógvir leikarar eru seldir eftir góðu úrslitini farna kappingarár, at liðið hevur ikki verið eins flúgvandi í norsku deildini, sum tey undanfarnu árini. Liðið liggur í løtuni nummar átta í bestu norsku deildini.

Fyrsti dystur verður spældur á á Aspmyra-leikvøllinum í Bodø, sum tekur 8.270 áskoðarar 5. ella 6. juli, meðan returdysturin verður spældur í Klaksvík eina viku seinni.

KÍ var óseedað og kundi tí møta hesum liðum í lutakastinum í dag:

Malmö (SE)
Bodø/Glimt (NOR)
HJK (FIN)
The New Saints (WAL)
Žalgiris (LIT)