KÍ til Letlands, NSÍ til Finlands

Lutakast var fyri løtu síðani um fyrsta undanumfar í nýggju Conference League hjá UEFA. KÍ trekti eitt lettiskt lið, meðan NSÍ fekk eitt lið úr Finlandi

Steinar Patursson
15. juni 2021 kl. 13:17

Lutakast hevur fyri løtu síðani verið um dystirnar í nýggju Conference League kappingini, og úrslitið gjørdist, at KÌ skal spæla móti RFS úr Letlandi, meðan NSÍ skal spæla móti Honka Espoo úr Finlandi.

Talan er um fyrsta undanumfar í nýggju UEFA kappingini, ið liggur eitt stig niðan fyri Europa League.

RFS liggur í løtuni ovast í lettisku kappingini, meðan Honka er á 8. plássi í finsku kappingini.

Bæði KÍ og NSÍ skulu spæla útidystirnar fyrst og síðani heimadyst.

Sambært kalendaranum hjá Conference League verður fyrsta undanumfar av Conference League 8. og 15. Juli.