Í heimligu kappingini hava KÍ kvinnurnar longu tryggjað sær FM heitið, og tær hava vunnið seg í steypafinaluna. Allar dystirnar hava tær vunnið.
Í dag spældi KÍ í europeisku meistarakappingini. Dysturin var á Køge stadion á Sjællandi, og mótstøðuliðið var serbiska meistaraliðið Spartak Subotica. Eingin ivi var um, at mótstøðiliðið var stórur favorittur, og tað endaði við 7-0 sigri til serbiska liðið.
Úrslitið ber við sær, at KÍ seinni í vikuni fer at spæla um triðja plássið í bólkinum. Klokkan 18 verður dystur millum HB Køge og KuPS Kuopio. Vinnarin av tí dystinum fer at spæla finalu ímóti serbiska meistaraliðnum Spartak Subotica, meðan KÍ kvinnurnar fara at spæla ímóti tí liðnum, sum í kvøld tapir.
Hálvleiksstøðan í dag var 3-0, og tá ið eitt stórt korter var farið av seinna hálvleiki var 6-0.
Hagtølini siga, at KÍ hevði eina roynd ímóti mótstøðumálinum, meðan tað vóru einar 16 royndir ímóti KÍ málinum.
Spartak Subotica – KÍ 7-0 (3-0)
KÍ: Óluva Allansdóttir Joensen – Lóa Samuelsen (Malena Olsen, 46.), Birita Ryan, Vár Johannesen, Tórunn H. Joensen –Tóra Mohr (Rannvá B. Andreasen, 79.), Jórun Najma Patawary, Jancy Mohr, Durita Hummeland (Maria V. Johansen, 65.) – Eyðvør Klakstein – Rebekka Fjallsá Benbakoura (Elspa Zachariassen, 86.)
Á vøllinum uttan at verða skiftir inn: Fanni Kata Turi, Ragna B. Patawary, Malena Josephsen, Sanna Svarvadal, Marjun Hjelm, Lena Maria Joensen