KÍ tapti í Portugal

Fyrsti dysturin á venjingarleguni endaði við teprum tapi

Mynd: KÍ
Jóannes Hansen
31. januar 2024 kl. 17:55

KÍ tapti fyrsta dystin á venjingarleguni í Portugal. Mótstøðuliðið var Beijing Guoan, sum vann 1-0. Málið varð skorað longu, tá ið fimm minuttir vóru farnir.

Hagtølini frá dystinum siga, at tað gekk rættiliga javnt fyri seg.

KÍ ferðalagið fór av landinum tíðliga í gjár, og tað var ikki fyrr enn seint í gjárkvøldið, at ferðalagið var á gistingarhúsinum í Algarve í Portugal.

Teir fyrstu ellivu í dag vóru Ari í Haraldstovu Petersen – Jóannes K. Danielsen, Børge Petersen, Jákup N. Vilhelmsen, Patrick da Silva – Deni Pavlovic, Dan í Soylu, Mads Bo Mikkelsen – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Claes Philip Kronberg.

Jákup B. Andreasen var millum teir, sum varð skiftur inn í dag. Onkrir spælarar hava skaðar at dragast við, og tí vóru teir ikki á vøllinum í dag. Millum hesar eru Odmar Færø og Heini Vatnsdal. René Shaki Joensen er ikki við á venjingarleguni. Hann lærir til elektrikara og er upptikin av at gera sveinastykki.

Næsti dysturin á venjingarleguni í Algarve í Portugal verður týsdagin, tá ið mótstøðuliðið verður Silkeborg IF, sum er á sætta plássi í superliguni.