Klokkan eitt í nátt verður KÍ ferðalagið aftur í Vágum. Í Molde endaði luttøkan í Champions League á hesum sinni, tí eftir 120 minuttir vann Molde 2-0. Samantalda úrslitið var 2-0, og Molde fer nú at spæla ímóti turkiska Galatasaray.
Hjá KÍ snýr tað seg nú um luttøku í Europa League. Har verður fyrsti dysturin hósdagin í næstu viku. Hóskvøldið verður tað greitt, hvat mótstøðuliðið hjá KÍ verður.
Undan tí dystinum fer KÍ sunnudagin at spæla á heimavølli ímóti 07 Vestur. Tá er dagsskráin at vinna og harvið at halda tørn um fremsta plássið og at vinna kvalifikatión til Champions League í 2024.
Molde – KÍ 1-0 (1-0) 2-0 eftir longda leiktíð
1-0: Kristian Eriksen 18.
2-0: Martin Linnes 112.
Molde samantaldur vinnari við 3-2
KÍ: Nils Jonatan Johansson – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø (Børge Petersen, 81.), Heini Vatnsdal (Jonn Johannesen, 113.), Vegers Forren, René Shaki Joensen– Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic (Mads Bo Mikkelsen, 79.), Jákup B. Andreasen, Claes Philip Kronberg (Patrick da Silva, 46.) – Luc Kassi (Sivert Gussiås, 100.)
Á beinkinum: Markus Olsen Pettersen, Páll A. Klettskarð, Símun Kalsø, Óli Eyðsteinsson Poulsen, Hallur Hansson, Issah Ahmed Latif, Jóhan Josephsen
Gult kort: Luc Kassi, Heini Vatnsdal, Vegard Forren
Venjari: Magne Hoseth
Hjálparvenjarar: Daniel Berg Hestad og Sjúrður Jacobsen