KÍ tapti fyri sættu ferð á rað

Trífaldu meistararnir hava ikki vunnið síðani 26. oktober

Jóannes Hansen
6. februar 2024 kl. 17:53

KÍ er á venjingarlegu í Algarve í Portugal. Í dag var annar dysturin í Portugal á skránni. Mótstøðuliðið var Silkeborg IF, sum í vetrarsteðginum er á sjeynda plássi í superliguni.

Úrslitið var, at danska superligufelagið vann 3-0. Hálvleiksstøðan var 1-0. Málið varð skorað efir skjótt álop mitt frameftir vøllinum, og í seinna hálvleiki vóru tvey mál skorað eftir álop í høgru. Tað reið um snarið, inntil Silkeborg miðskeiðis í seinna hálvleiki økti um leiðsluna til 2-0.

Serliga var tað í álopspartinum, at KÍ hevði torført við at fáa brodd og tyngd í. Pætur J. Petersen, sum var framrættaður í vinstru, kendist vera betri upplagdur enn teir flestu, og hann var tætt við, tá ið hann við høvdinum sendi bóltin í tvørtræið.

KÍ hevur ikki vunnið síðani 26. oktober, tá ið tað í Conference League ímóti NK Olympia Ljubljana á heimavølli endaði við 3-0 heimasigri. Síðani hevur KÍ tapt seks dystir:

29 10 KÍ – Víkingur 1-2

09 11 Olimpija Ljubljana – KÍ 2-0

30 11 KÍ – Slovan Bratislava 1-2

14 12 Lille – KÍ 3-0

02 02 KÍ – Beijing Guoan 0-1

07 02 Silkeborg IF – KÍ 3-0

 

Í dag vóru teir fyrstu ellivu hjá KÍ hesir: Ari í Haraldstovu Petersen – Jóannes K. Danielsen, Børge Petersen, Jákup N. Vilhelmsen, Patrick da Silva – Claes Philip Kronberg, Jákup B. Andreasen – Árni Frederiksberg, Mads Bo Mikkelsen, Pætur J. Petersen – Páll A. Klettskarð

Merkisvert er tað, at Odmar Færø og Deni Pavlovic framvegis ikki eru førir fyri at spæla, og at leikluturin hjá Heina Vatnsdal var, at hann fram ímóti dystarenda varð skiftur inn. René Shaki Joensen og Hallur Hansson eru ikki tøkir.

Eftir steðgin vórðu Símun Kalsø, Ahmed Latif, Dan í Soylu, Dávid B. Andreasen, Silas Gaard og Jóhan Josephsen skiftir inn, og fram ímóti dystarenda komu málverjin Hannis Matras og verjuspælararnir Heini Vatnsdal og Sølvi Johannesen skiftir inn.