Tað var sjálvandi kæti í heimaleguni eftir 2-1 sigurin í Sarpugerði ímóti KÍ. Sigurin ber við sær, at Víkingur av ávara styrkir um sína støðu í kappingini um europeisku atgongumerkini, og sigurin ber við sær, at Víkingur styrkti um sína støðu í kappingini um heiðursmerkini. Víkingur hevur nú 33 stig, og HB og B36 hava ávikavíst 38 og 37 stig. B36 fær sunnudagin vitjan av TB, og HB fer sunnudagin at spæla í Fuglafirði.
Víkingur var frammanfyri 2-0, tá ið eitt korter var farið. Seks skiftingar vóru á KÍ liðnum sammett við týskvøldið, tá ið KÍ á Tórsvølli vann 2-1 ímóti Molde.
Málskjúttar hjá Víkingi vóru Olaf Bárðarson og Poul Kallsberg, sum av álvara hevur vunnið pláss á liðnum, og sum í kvøld skoraði fyri triðju ferð á besta liðnum, síðani hann í vetur flutti av Skála og til Gøtir.
Toppskjútti í Betri Deildini er Páll A. Klettskarð, hóast hann ikki hevur verið á vøllinum síðani 3. juni, tá ið hann í norðoyastevnudystinum ímóti AB, sum KÍ vann 2-1, noyddist skaddur av vøllinum heilt tíðliga. Í kvøld varð Páll A. Klettskarð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, og tá ið tað restaði eitt korter, minkaði hann um munin til 2-1, sum dysturin eisini endaði við. Páll A. Klettskarð hevur nú skorað 15 mál í bestu landskappingini.
Sigurin hjá Víkingi var serligur. Tað eru 10 ár síðani, at KÍ seinast fór úr Sarpugerði við ongum stigi. Tað var 20. oktober í 2013, tá ið Víkingur vann 3-0. Tríggir spælarar á liðnum hjá Víkingi í kvøld vóru eisini á liðnum ta ferðina. Teir eru Atli Gregersen, Sølvi Vatnhamar og Finnur Justinussen. Páll A. Klettskarð var tann einasti á KÍ liðnum í kvøld, sum eisini var við 20. oktober í 2013.
KÍ tapið í kvøld er eisini serligt á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin síðani 20. oktober í 2021, at KÍ er farið av vøllinum uttan úrtøku. Ta ferðina tapti KÍ 2-1 í Gundadali ímóti HB. Síðani tá hevur KÍ spælt 45 landskappingardystir uttan at tapa. Nú var tað Víkingur, sum steðgaði flottu røðini hjá KÍ, sum nú er farið undir fyrireikingarnar til týdningarmiklasta dystin hjá klaksvíkingum yvirhøvur. Hann verður í Molde týskvøldið. So fæst at síggja, um tað tá fer at eydnast KÍ samantalt at vinna ímóti norska meistaraliðnum
Víkingur – KÍ 2-1 (2-0)
1-0: Olaf Bárðarson 11.
2-0: Poul Kallsberg 15.
2-1: Páll A. Klettskarð 75.
Dómari: Eiler Rasmussen
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Signar á Brúnni, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Aron Jarnskor Ellingsgaaard, Géza Dávid Turi – Poul Kallsberg, Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson (Jákup Johansen, 68.) – Finnur Justinussen (Martin Klein Joensen, 82.)
Gult kort: Olaf Bárðarson, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Géza Dávid Turi, Atli Gregersen
Venjari: Jóhan Petur Poulsen
KÍ: Markus Olsen Pettersen – Odmar Færø, Børge Petersen (Páll A. Klettskarð, 46.), Vegard Forren – Claes Philip Kronberg (Símun Kalsø, 68.), Óli Eyðsteinsson Poulsen (Issah Ahmed Latif, 46.), Mads Bo Mikkelsen (Jóannes K. Danielsen, 88.), Luc Kassi – Árni Frederiksberg (Jonn Johannesen, 68.), Sivert Gusiås, Patrick da Silva
Gult kort: Óli Eyðsteinsson Poulsen, Mads Bo Mikkelsen
Venjari: Magne Hoseth
KÍ | 17 | 16 | 0 | 1 | 45 | 10 | 48 |
HB | 17 | 12 | 2 | 3 | 42 | 10 | 38 |
B36 | 17 | 12 | 1 | 4 | 36 | 17 | 37 |
Víkingur | 18 | 10 | 3 | 5 | 39 | 19 | 33 |
07 Vestur | 17 | 8 | 2 | 7 | 29 | 27 | 26 |
TB | 17 | 4 | 3 | 10 | 12 | 37 | 15 |
B68 | 17 | 3 | 5 | 9 | 17 | 31 | 14 |
EB/Streymur | 16 | 4 | 1 | 11 | 12 | 31 | 13 |
ÍF | 17 | 4 | 0 | 13 | 15 | 40 | 12 |
AB | 17 | 3 | 1 | 13 | 12 | 37 | 10 |
Leygardagin 12. august
AB – EB/Streymur: Rúni Olsen kl. 14.00
Sunnudagin 13. august
ÍF – HB: Dagfinn Forná kl. 15.00
B68 – 07 Vestur: Jónfinn Olsen kl. 16.00
B36 – TB: Jákup Øssursson Mohr kl. 15.00