KÍ spælararnir rokna við at missa venjaran

Men Magne Hoseth sigur seg ongar ætlanir hava um at fara úr Klaksvík, um felagið framvegis er áhugað í, at hann heldur fram sum venjari

Jóannes Hansen
15. august 2023 kl. 15:54

Síðsta hond verður nú løgd á fyrireikingarnar, áðrenn KÍ spælararnir fara heilt stutta túrin av gistingarhúsinum og á  Aker Stadion í Molde.

Áhugin fyri júst hesum dystinum er stórur í Norra og eisini aðra staðni, tí tað er so sjáldan, at eitt so lítið felag sum KÍ megnar at vinna seg so langt í Champions League.

Í norskum miðlum verður gjørt nógv burturúr KÍ venjaranum Magne Hoseth, og spurningurin verður ferð eftir ferð havdur á lofti, hvussu leingi venjarin verður í Klaksvík, og um hann man fara aftur til Noregs at vera venjari, ella hann kanska verður venjari í stórum útlendskum felag.

Millum spælararnar hevði tað ikki komið óvart á, um tíðindini bórust um, at venjarin fer at flyta til størri felag.

-Eingin ivi er um, at tað bíðar Magne Hoseth stór framtíð sum venjari. Hann hevur arbeitt seg spakuliga og miðvíst upp, og hann hevur tikið nógv við sær frá støðunum, har hann hevur verið. Hann er dugnaligur, og hann er framættaður í fótbóltsfatan. Tá ið spælararnir eru saman við honum ein og ein er hann sera fyrikomandi, men eingin skal fara skeivur av tí, at undir venjing er hann harður, sigur norski verjuspælarin Vegard Forren við NRK heimasíðuna, og so leggur hann aftrat:

-Eg eri vísur í tí, at hann verður ikki leingi aftrat í Klaksvík.

Eisini Árni Frederiksberg hevur ta fatan, at tað kann vera so skjótt, at neyðugt verður at finna nýggjan venjara:

-Tá ið vit høvdu vunnið í Budapest ímóti Ferencvaros, og teirra venjari fekk sekkin, roknaðu vit við, at teir fóru at seta Magne Hoseth sum venjara, so vit vóru ovfarnir, tá ið hann var við heim aftur í flogfarinum, sigur Árni Frederiksberg – kanska eitt sindur í skemti.

KÍ formaðurin Tummas Lervig sigur, at tað er upp til venjaran at gera av, um hann fer at halda fram í Klaksvík og KÍ, og Magne Hoseth letur til at ætla sær at halda fram í KÍ:

-Mær dámar væl í KÍ og venjarastarvinum, og um tey eru áhugað í, at eg haldi fram, so verði eg í starvinum so leingi, sum tey vilja hava, sigur Magne Hoseth við norskar miðlar.

Í næsta andadrátti sær Magne Hoseth ikki burtur frá møguleikanum, at hann fer at skifta heimabeiti, men hann ætlar sær ikki at skifta til nakað stórt felag:

-Fyri meg hevur tað týdning at talan er um stig fyri stig menning, og at talan verður um felag, sum hevur somu fótbóltsfatan og sama virðisgrundarlag, sum eg havi. Eg skal kenna meg væl í starvinum, og tað geri eg í Klaksvík, sigur Magne Hoseth venjari hjá KÍ við heimasíðuna hjá NRK.