Tað var lagt upp til ein spennandi dyst við Løkin í kvøld tá upprykkjarnir NSÍ tók ímóti føroyameistaranum KÍ.
Fimm stig skilti feløgini undan dystinum, KÍ á triðja plássi og NSÍ á fjóra plássi
Tá 56 minuttir vóru leiktir legði landsliðsáleyparin Klæmint Olsen heimaliðið á odda. NSÍ hevði fleiri møguleikar at økja um leiðsluna, men runavíkingar tóku ikki av og tað revsaði klaksvíkingar.
Í 83´inda minutti javnaði topskjúttin í Betri deildini, Páll Klettskarð, og djúpt inni í yvirtíðini skoraði Árni Frederiksberg uppá brottspark.
Úrslitið hevur við sær, at KÍ nú hevur lagt sjógv niður til NSÍ, sum er átta stig aftanfyri klaksvíkingar.
Og so kennist tað heilt víst sum søtur eykavinningur hjá KÍ, at HB á øðrum plássi tapti 1-0 fyri B68.