Seint sunnukvøldið fer KÍ við Atlantic Airways flogarinum úr Vágum og við kós ímóti Molde. Har verður seinni og avgerandi dysturin týskvøldið. Tá snýr tað seg um, um tað verður Molde ella KÍ, sum skal vera við í síðsta og avgerandi umfarinum, har tað verður gjørt av, hvør skal sleppa við í Champions League bólkaspælið.
Í kvøld vann KÍ 2-1 á Tórsvølli ímóti Molde. Hetta er størsta úrslit í føroyskum liðfótbólti yvirhøvur. KÍ er á veg at spæla avgerandi umfarið at sleppa í bólkaspælið í Champions League.
Undan fráferðini úr Vágum sunnukvøldið eigur KÍ landskappingardyst á útivølli ímóti Víkingi. Tann dysturin verður fríggjakvøldið, og KÍ venjarin Magne Hoseth undirstrikar, hvussu týdningarmikið tað er, at liðið og felagið vísir, at tann dysturin verður tikin í stórum álvara:
-Um vit ikki taka landskappingina í álvara, so kann tað vera so skjótt, at vit missa møguleikan næsta ár at spæla í Europa. Nú hava vit fokus á landskappingardystinum ímóti Víkingi, og tá ið hann verður av, fara vit at fyrireika okkum at spæla í Molde. Hóast vit vunnu 2-1 í kvøld, so er eingin orsøk at broyta nakað í konseptinum, sum vit hava vant so nógv og væl, sigur KÍ venjarin Magne Hoseth.
Og Árni Frederiksberg?
-Í kvøld skoraði hann aftur tvey mál – tvey framúr vøkur mál – og tað kennist surrealistiskt, at vit kappast við Molde, og at vit við fínum liðavriki og framúr málum hava vunnið 2-1 ímóti Molde. Men vit eru komin hálva leik. Árni Frederiksberg hevur saman við hinum vant øgiliga nógv. Hann er altíð væl upplagdur, og tað, sum vit sóu í kvøld, hevur hann so mangan víst undir venjing, sigur Magne Hoseth venjari hjá KÍ.
Molde legði seg á odda eftir fínt álop og innlegg úr høgru, tá ið seinna umfarið var tríggjar minuttir gamalt.
So var tað, at Árni Frederiksberg fór at gera um seg.
Serliga fer hann at verða minstur fyri sigursmálið, sum hann knappar fimm minuttir undan leikloki skoraði. Innskifti Sivert Gussiås vann bóltin av verjuni, Árni Frederiksberg hevði orku at spurta fram í høgru, bólturin lá til høgra beinið, tá ið hann rakk brotsteigarmarinum, menein maður við tí sjálvsáliti, sum Árni Frederiksberg hevur leggur vertin á, um tað er rætta ella skeiva beinið. Hann smekkaði til, og bólturin sang í nettakinum.
Tórsvøllur eksploderaði, og sigursmálið legði aftrat tí, sum av álvara tók dyk á seg, tá ið Árni Frederiksberg janvaði til 1-1.
Tað var í 64. minutti og eftir deyðbólt, at Vegard Forren legði bóltin í høgra borð, har Árni var staddur. Beinleiðis mótstøðumaðurin gleið, Árni hugsaði heilt skjótt og heldur enn at leggja innfyri, sum sá út til at vera upplagda loysnin, so smekkaði hann bóltin millum nærra stólpan og Moldemálverjan, ið var á veg fram.
KÍ – Molde 2-1 (0-0)
Champions League 3. Innleiðandi umfar
Á Tórsvølli týsdagin 8. august 2023 kl. 19.45
0-1: Magnus Wolff Eikrem 48.
1-1: Árni Frederiksberg 64.
2-1: Árni Frederiksberg 86.
Dómari: Aliyar Aghayev úr Aserbadjan
4500 áskoðarar
KÍ: Nils Jonatan Johansson – Jóannes K. Danielsen (Patrick Da Silva, 72.), Odmar Færø, Heini Vtnsdal, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic (Hallur Hansson, 71.), Jákup B. Andreasen, Claes Philip Kronberg – Luc Kassi (Sivert Gussiås, 81.)
Molde: Karlstrøm – Haugan, Bjørnbak, Hagelskjær – Linnes, Eriksen, Mannsverk, Breivik, Haugen – Eikrem, Brynhildsen