Ongi úrslit

KÍ skapar yvirskriftir úti í heimi

Evropeiska ævintýrið hjá KÍ hevur enn einaferð fingið Føroyar og føroyskan fótbólt á breddan í útlendskum fjølmiðlum

Sigurjón Einarsson
30. sepember 2020 kl. 15:36

Tað er ikki farið aftur við borðinum í útlendskum miðlum, at KÍ er á gáttini til at fremja størsta bragdið í føroyskum liðfótbólti.

Stóri bretski miðilin, BBC, skrivar grein um KÍ og fiskihøvuðsstaðin í Føroyum, har øll tosa um einans eitt evni í hesum døgum: Fótbólt!

Greinin í BBC kann lesast her.

Eisini írskur fjølmiðil ger nógv burturúr dystinum hóskvøldið. Írska kringvarpið, RTÉ, hevur eina grein við pólska málverjan hjá KÍ, Lukasz Jarosinski, ið heldur, at allir klaksvíkingar fara at fáa frí – fremur KÍ stóra bragdið.

Greinin við pólska málverjan kann lesast her.

RTÉ hevur eisini eina samrøðu við fyrrverandi liðformannin á føroyska landsliðnum, Atla Gregersen, sum heldur, at ein sigur til KÍ kann fáa ávirkan á og broyta føroyskan fótbólt.

Greinin við Atla Gregersen kann lesast her.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

Í gjár kl. 13:15

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46