Støðutalvan sigur, at KÍ verður stórfavorittur, tá ið EB/Streymur í dag verður gestur í Klaksvík.
Kortini er einki at siga til tað, um Magne Hoseth og hansara menn kanska ikki eru heilt álvuligir við støðuna. KÍ hevur seinastu vikurnar spælt stórdystir í Europa mitt í viku, og tvey tey seinastu vikuskiftini hevur tað ikki spælt væl av í landskappingini. Eftir 2-1 tap í Gøtu endaði tað 1-1 á heimavølli ímóti 07 Vestur.
Og nú verður EB/Streymur, sum tvær tær seinastu ferðirnar hevur vunnið fulla úrtøku ímóti AB, gestur í Klaksvík. Tá ið EB/Streymur 2. apríl var í Klaksvík, endaði tað 1-0, og tá vóru teir í heimaleguni heilt lættir um hjartað, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð. Orsakað av Europa luttøkuni hjá KÍ varð dysturin í Hólmanum á Eiði, ið var ásettur at vera 7. august, útsettur til 27. september.
Tað hevur valdað óvissa um, hvør verjir málið hjá EB/Streymi, sum hevur leigað fleiri málverjar, tí Jóannes Davidsen og Fayo Kruse eru skaddir. Nú er tað greitt, at Steven Van Dijk, sum hevur verið málverji hjá 07 Vestur í 2. deild, fer at verja EB/Streymamálið í dag og fram til kappingarlok. Síðsta sunnudag varð hann skiftur inn, tá ið ein minuttir var farin av dystinum ímóti AB. Av tí at Steven Van Dijk hevði vart málið hjá 07 Vestur í 2. deild dagin fyri, hevði hann ikki loyvi at vera millum teir fyrstu hjá EB/Streymi, og so varð hann beinanvegin skiftur inn fyri hjálparvenjaran Arnar Dam, sum var millum stólparnar, tá ið dómarin bríkslaði fyri fyrstu ferð.
Hjá EB/Streymi er liðformaðurin og miðvallargeneralurin Andras Ó. Olsen leikbannaður. Álopsspælarin Jákup Hummeland er eisini leikbannaður, og Tóki H. Johannesen er skaddur.
KÍ fer týsdagin av landinum við kós ímóti Moldova. Millumlent verður í Keypmannahavn, og so verður mikudagin flogið úr Kastrup og til Moldova.
Páll A. Klettskarð verður ikki millum teir fyrstu ellivu í dag, og tað er óvist, um hann verður førur fyri at verða skiftur inn. Tað kann væl vera, at Børge Petersen fer at avloysa Heina Vatnsdal í miðverjuni. René Shaki Joensen er darvaður av skaða í lærkrikanum, Jonn Johannesen er darvaður av knæskaða, Claes Philip Kronberg er skaddur í fótinum, og so fæst at síggja, hvør leikluturin verður hjá Halli Hansson, sum hóskvøldið varð skiftur inn, tá ið tað ímóti FC Sheriff Tiraspol restaðu 23 minuttir.