KÍ skal møta meistaraliðnum úr Luksemborg
Lutakastið til Champions League undanspælið var í Nyon í Sveis fyri løtu síðani
Fríðmundur Nattestad
18. juni 2024 kl. 13:15
Nú er tað greitt, at føroyameistararnir KÍ skulu ein túr til Luksemborg í fyrsta umfari í Champions League undanspælinum. Mótstøðuliðið verður meistaraliðið Differdange 03.
Hetta má sigast at vera eitt gott lutakast fyri KÍ, tí Differdange 03 verður mett at vera veikasta liðið av teimum, sum KÍ kundi møta.
KÍ fær heimavøll í fyrra dystinum, sum verður leiktur antin 9. ella 10. juli, meðan seinni dysturin verður leiktur í Luksemborg eina viku seinni - 16. ella 17. juli.