Hetta kappingarárið hevur lagið í Klaksvík verið, at í minsta lagi fýra og oftast væl fleiri enn so spælarar ikki hava verið tøkir.
Tá ið KÍ í dag vann 2-1 á útivølli ímóti EB/Streymi vóru tað 12 spælarar, sum ikki vóru tøkir. Í dag vórðu bæði Ahmed Latif og Jákup N. Vilhelmsen vístir av vølli. Tí vera teir leikbannaðir, tá ið meistararnir sunnudagin fara at spæla í Gundadali ímóti HB. Úrslitið í tí dystinum fer at hava ógvuliga stóran týdning fyri, hvør dagsskráin hjá KÍ verður eftir summarfrítíðina.
Um KÍ ikki fær úrtøku við sær úr Gundadali, fer dagsskráin at snúgva seg um at halda tørn um bronsuplássið og rættin til næsta summar at luttaka í Europa. Um tað fer at eydnast KÍ at vinna fulla úrtøku, so verður dagsskráin saman við Víkingi og HB at vera við í kappingini um FM heitið. Um tað endar javnt ímóti HB, verður úrslitið frægari fyri HB, enn tað verður fyri KÍ.
Í dag var miðverjin Céderic Yambéré dagsins maður hjá klaksvíkingum. Hann javnaði til 1-1, tá ið tað restaðu 18 minuttir, og hann skoraði sigursmálið, tá ið klokkan var farin fimm minuttir út um vanligu leiktíðina. Einki er at undrast á, at teir í EB/Streymi vóru vónbrotnir, tí sigurin lá á silvurfari fyri teimum, tá ið Emil Weihe Joensen miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði til 1-0, og KÍ var undirmannað.
EB/Streymur hevði møguleikar at økja um leiðsluna, áðrenn KÍ svaraði aftur og bæði javnaði og skoraði sigursmálið.
Umframt Ahmed Latif og Jákup N. Vilhelmsen verður Céderic Yambéré eisini leikbannaður ímóti HB. Hann sá í dag gula kortið fyri fjórðu ferð. Tað er øgiliga dygt slag fyri verjuspælið hjá KÍ at missa franska miðverjan, tí tað eru so nógvir aðrir verjuspælarar á KÍ skaðalistanum.
Í Fuglafirði vann NSÍ tryggan 3-0 sigur. Í fleiri løtum var ÍF væl við, og fuglfirðingar spældu seg til góðar møguleikar. Higartil í ár hevur ein av stóru veikleikunum hjá ÍF verið, at tað gongur so illa at skora mál, og soleiðis var tað eisini í dag.
Stóra styrkin hjá NSÍ er álopið. Í dag var tað tó vongverjin í høgru Meinhard Debes Geyti, sum skoraði málið í fyrra hálvleiki. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at hann var málskjútti í bestu deildini.
Málini í seinna hálvleiki skoraðu Steffan A. Løkin og Petur Knudsen, sum legði upp til málið, sum Steffan skoraði
Trivaligi sigurin ber við sær, at NSÍ styrkti um sína støðu á fjórða plássi.
Fyri fyrstu ferð yvirhøvur var Meinhard Debes Geyti málskjútti í bestu deildini, tá ið hann dygst undan steðginum legði NSÍ á odda 1-0 í Fuglafirði, har NSÍ vann 3-0
ÍF – NSÍ 0-3 (0-1)
0-1: Meinhard Debes Geyti 44.
0-2: Steffan A. Løkin 73.
0-3: Petur Knudsen 84.
Dómari: Eiler Rasmussen
EB/Streymur – KÍ 1-2 (0-0)
1-0: Emil Weihe Joensen 66.
1-1: Céderic Yambéré 72.
1-2: Céderic Yambéré 95.
Dómari: Rúni Gaardbo
Víkingur | 13 | 12 | 0 | 1 | 38 | 7 | 36 |
HB | 13 | 12 | 0 | 1 | 30 | 10 | 36 |
KÍ | 13 | 10 | 0 | 3 | 26 | 10 | 30 |
NSÍ | 13 | 7 | 1 | 5 | 27 | 19 | 22 |
B36 | 13 | 4 | 5 | 4 | 24 | 22 | 17 |
07 Vestur | 13 | 4 | 3 | 6 | 19 | 30 | 15 |
Skála | 13 | 4 | 1 | 8 | 16 | 27 | 13 |
EB/Streymur | 13 | 2 | 1 | 10 | 14 | 23 | 7 |
B68 | 13 | 1 | 4 | 8 | 9 | 24 | 7 |
ÍF | 13 | 0 | 3 | 10 | 11 | 42 | 3 |
Máltindurin | |
Páll A. Klettskarð KÍ | 12 |
Áki D. Samuelsen HB | 9 |
Finnur Justinussen Víkingur | 8 |
Petur Knudsen NSÍ | 8 |
Poul Kallsberg Víkingur | 7 |
Sunnudagin 23. juni
ÍF – B36: Áki Leitisstein Hansen kl. 15.00
Víkingur – B68: Dagfinn Forná kl. 15.00
NSÍ – EB/Streymur: Rúni Gaardbo kl. 15.00
HB – KÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.00
Mánadagin 24. juni
Skála – 07 Vestur: Kári J. á Høvdanum kl. 19.00
LØGMANSSTEYPIÐ
Seinna hálvfinalan
Mikudagin 19. juni
Víkingur – HB: Eiler Rasmussen kl. 18.30
HB vann fyrru hálvfinaluna 1-0
B36 – TB: Dagfinn Forná kl. 17.30
TB vann fyrru hálvfinaluna 1-0