Tað var trífalda meistaraliðið KÍ ímóti Víkingi, sum fer at vinna FM í 2024. Møguleiki var fyri, at tingini fóru at verða sett upp á pláss í kvøld, men soleiðis var tað ikki.
KÍ vann 2-1 í Gøtu, og tað var staðfesting av, at klaksvíkingar trívast rættiliga væl í Sarpugerði. Í fjør tapti KÍ 2-1 á útivølli ímóti Víkingi. Tað var, tá ið nógv stóð upp á spæl í Europa, og KÍ mest sum hevði tryggjað sær FM heitið. Tí vóru fleiri eykamenn á bláa liðnum 11. í august 2023. Annars hevur KÍ ikki tapt í Sarpugerð síðani í 2013, tá ið seinni dysturin í Gøtu endaði við 3-0 heimasigri.
Síðani tá hava Víkingur og KÍ spælt 18 landskappingardystir í Sarpugerði. Víkingur vann í fjør, átta ferðir er tað endað javnt, og KÍ sigurin í kvøld var tann níggjundi síðani 2014.
Víkingur hevur vunnið fulla úrtøku í 13 dystum. Síðsta tapið var 12. mai, tá ið Víkingur fór úr Klaksvík við 2-1 tapi. Síðani vann Víkingur fulla úrtøku í 13 landskappingardystum á rað, og sannførandi úrtøkan ber við sær, at FM heitið skjótt verður veruleiki.
Nú bæði Víkingur og KÍ hava fýra dystir eftir at spæla, hevur Víkingur 63 stig, og KÍ hevur 57 stig.
Dystirnir, sum tey bæði fremstu hava eftir at spæla, eru hesir:
Víkingur: Skála (ú), ÍF (h), HB (ú) og 07 Vestur (h).
KÍ: 07 Vestur (ú), NSÍ (h), B36 (h) og ÍF (ú).
Málmunurin hjá Víkingi er +54 og hjá KÍ er hann +28.
Tað vil siga, at um Víkingur vinnur tveir dystir aftrat, so verður FM heitið veruleiki. Sannlíkið er stórt, at tað verður, tá ið Víkingur fríggjakvøldið 4. oktober fær vitjan av ÍF.
Hóast FM heitið er fokið, so vóru klaksvíkingar sera fegnir um 2-1 sigurin í kvøld:
-Vit vóru ógvuliga uppsettir at vinna. Fyrr í ár hava vit vunnið og tapt á heimavølli ímóti Víkingi, og fýra tap undan summarsteðginum ber við sær, at møguleikin at endurvinna FM er burtur. Men tað ræður um at hava fokus á einstøku dystunum og avrika væl og vinna. Tað hava vit gjørt í øllum sjey dystunum síðani summarsteðgin, og nú fara vit at fyrireika okkum sunnudagin at fara til Sørvágs, sigur KÍ liðformaðurin Páll A. Klettskarð.
Víkingarnir iðraðu seg um, at tað ikki eydnaðist teimum at vinna úrtøku:
-Hugburðurin var góður, og vit spældu okkum til nógvar góðar málmøguleikar, men tað eydnaðist ikki at fáa mál, staðfestir hjálparvenjarin Ólavur Mikkelsen.
Árni Frederiksberg legði KÍ á odda við góðum fluktara av brotsteigarmarkinum í 9. minutti, og eftir horna úr høgru frá Árna Frederiksberg var tað miðverjin Odmar Færø, sum økti um leiðsluna til 2-0. Tá restaðu 12 minuttir, og hóast Sølvi Vatnhamar tveir minuttir undan at vanliga leiktíðin var farin minkaði um munin til 2-1 við brotssparki, so megnaði KÍ at halda tørn.
Víkingur – KÍ 1-2 (0-1)
0-1: Árni Frederiksberg 8.
0-2: Odmar Færø 78.
1-2: Sølvi Vatnhamar br 88.
Dómari: Heini Ziskason Viðoy
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Géza Dávid Turi (Árni Nóa Atlason, 81.), Sølvi Vatnhamar – Jákup Johansen, Jørgen Nielsen (Finnur Justinussen, 70.), Olaf Bárðarson
Gult kort: Aron Jarnskor Ellingsgaard, Atli Gregersen, Olaf Bárðarson, Jákup Johansen, Ingi Jonhardsson
Venjari: Jóhan Petur Poulsen
KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Alexander Berntson, Claes Philip Kronberg (Børge Petersen, 93.) – Hallur Hansson, Mads Bo Mikkelsen, Albert Ejupi (Patrick Da Silva, 76.) – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Kristoffer Ødemarksbakken
Gult kort: Hallur Hansson, Páll A. Klettksarð, Árni Frederiksberg
Venjari: Espen Haug
Víkingur | 23 | 21 | 0 | 2 | 66 | 12 | 63 |
KÍ | 23 | 19 | 0 | 4 | 48 | 20 | 57 |
HB | 23 | 17 | 0 | 6 | 47 | 19 | 51 |
NSÍ | 23 | 13 | 2 | 8 | 51 | 32 | 41 |
B36 | 23 | 10 | 6 | 7 | 49 | 37 | 36 |
07 Vestur | 23 | 8 | 3 | 12 | 28 | 53 | 27 |
EB/Streymur | 23 | 6 | 1 | 16 | 25 | 43 | 19 |
Skála | 23 | 5 | 3 | 15 | 26 | 50 | 18 |
B68 | 23 | 3 | 5 | 15 | 14 | 41 | 15 |
ÍF | 23 | 1 | 4 | 18 | 21 | 68 | 7 |
24. umfar
Leygardagin 28. september
ÍF – B68: Bjarki Danielsen kl. 15.00
EB/Streymur – NSÍ: Eiler Rasmussen kl. 17.00
B36 – HB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.00
Sunnudagin 29. september
07 Vestur – KÍ: Áki Leitisstein Hansen kl. 15.00
Mánadagin 30. september
Skála – Víkingur: Jákup Øssursson Mohr kl. 18.30